Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hampuligt dystarveður

John William Joensen

Dysturin í morgin á Djúpumýru er sera avgerandi. Hvussu verður veðrið?

Dysturin í morgin á Djúpumýru er sera avgerandi. Hvussu verður veðrið?

Í morginári fer eitt samanrunnið brúgvalag við regni fram við. Tað fer eftir øllum at døma ikki at raka beint á Føroyar, men fer vestan fyri oyggjarnar. Tí fer at regna mest í Mykinesi, í Vágum og Norðursteymoy. Í hinum oyggjunum verður minni avfall – onkrastaðni einki.

Eitt sindur fyri middag er tað farið norðurum. Vindur kemur tá úr landsynningi; vindferðin 5 til 10 m/s.

Klokkan trý – tá byrjar dysturin – er ættin snarað niður ímóti suðuri – vindferðin enn ímillum 5 til 10 m/s.

Soleiðis verður veðrið – sum tað í løtuni sær út.

Góðan dyst.