Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

St. Kilda – Bjargamenn – 10. partur

St. Kilda eftir Tom Steel Týtt úr enskum og skrivað hevur Alex Sólstein

Brot úr størri frásøgn um oyggjabólkin St Kilda, sum liggur vestur úr Skotlandi, og har eingin hevur verið fastbúgvandi síðani fólkini vórðu “tvangsflutt” summarið 1930.


Eftir nógvar áheitanir um at fáa søguna um St. Kilda sum var prenta í pørtum í Norðlýsinum 2015, hava vit gjørt av at koyra ein part annan hvønn dag á heimasíðu okkara.

Ger so væl.



Dreingir á St. Kilda vórðu upplærdir at fara í bjørgini, so skjótt teir vóru so frægir. “Tað fyrsta, sum vit løgdu til merkis,” skrivar John Ross, lærarin, ein augustdag hann lá á báti undir berginum við Conachair, “var, at ein maður við lítla soni sínum gekk eftir eini rók í berginum nakað niðarlaga. Annar endin av línuni var bundin um miðjuna á pápanum, hin um miðjuna á dronginum. Ivaleyst tí at hann var ungur og óroyndur og kundi glíða á sjógv. Har vóru teir púra einsamallir, drongurin tók fugl, meðan pápin kipti.

Maðurin bant seg úr og fekk sær byrðina av havhesti upp á ryggin og grulvaði so á hondum og fótum eftir rókini, sum var ov smøl fyri ein hund og hartil ov hál fyri eina geit. Eitt lítið avvik við hond ella fóti, so fall hann einar 30 metrar í havið. Men hann fekk byrðina av sær og vendi aftur eftir dronginum. Línan var bundin sum áður, men nú var ikki meira enn ein góð alin millum teirra, og djarvi drongurin, bert einar 10 sumrar gamal, helt seg aftan fyri pápan, og teir komu báðir inn á slætt. Soleiðis venja teir sínar dreingir, og tað er eitt sera vandafult arbeiði.”

Teir læra at klintra frá barni av á St. Kilda. Teir flestu teirra minnast, hvussu teir frá barni av plagdu at spæla í bakkanum á Conachair. Tilkomnir vóru teir heldur lágvaksnir, tættir og fimir menn, natúrligir bjargamenn. Beinbygnaðurin um øklarnar var øðrvísi enn á fólki aðrastaðni. Økulin á einum manni av St. Kilda var til helvtar so tjúkkur sum á einum manni av meginlandinum, og tærnar vóru meira spjaddar, næstan tøkutær.

Tað var avgerandi á St. Kilda at fanga fugl. Sum reindjórið er fyri lapplendingin, so eru súla, havhestur og lundi fyri St. Kilda-búgvan. Hesir fuglar koma hvørt ár á oyggjar og stakkar at reiðrast. Vegna tann tunna svørðin, so eru aðrir møguleikar fyri at uppihalda lívinum á Hirta ikki til staðar. Teir høvdu seyð á oynni, nøkur fá neyt, og eina vánaliga úrtøku av eplum, bygg og havra, so uttan fuglin var eingin møguleiki at yvirliva á oynni. Púra avskornir frá samfelagnum, so kundu teir bert yvirliva við ikki at brellast eftir tí livihátti, sum var vanligur millum crofters í hinum partinum av Skotlandi. Julia Huxley nevndi teir “fuglátarar.”

“Luftin er full av fjaðradjórum,” skrivaði John MacCulloch, tá hann vitjaði St. Kilda í 1819. “Havið er fult av teimum, húsini eru skrýdd við teimum, og jørðin er avtakin við teimum eins og ein blómuteigur í mai. Í bygdini eru fjaðrar alla staðni … og bygdarfólkið hevur fjaðrar bæði á klæðum og í hári …her luktar alt av fjaðrum.”

Teir ansaðu sera væl eftir teirra sjófugli og eggunum. Í 1695 kom ein fremmandur bátur og royndi at stjala egg úr berginum. Men oyggjabúgvarnir róku teir fremmandu burtur og løgdu eggini aftur í reiðrini; men áðrenn teir sendu teir av stað aftur, tóku teir brøkurnar av teimum. Í verpingartíðini var ikki loyvt at taka eitt einasta eggið frá havhestinum til matna. Teir royndu at halda seyð og hundar burtur, so teir ikki órógvaðu fuglin. Í juni mánað girdu teir bergið av við reipum úr hoyggj við fjaðrum stungnar ímillum, so eingin órógvaði, meðan fuglurin bøldi. Tá Westminster Parliament í 1869 viðtók eina lóg um verju av sjófugli, so varð undantak tikið fyri St. Kilda, tí har vóru tey so bundin av sínum “fjaðraðu gestum” sum føði.

Í næstan níggju mánaðir av árinum vóru teir á St. Kilda bundnir av at fanga sjófugl. “Teir eru so upptiknir av at fanga sjófugl, at teir bæði til likams og sálar eru bundnir at hesum arbeiði og fáa illa hugsað um nakað annað; frá tí fuglurin kemur í mars, og til hann fer avstað aftur í november, er tað eitt áhaldandi arbeiði at fara í bjørgini ella við báti.”

Lundin kemur fyrst í mars, eftir at hann hevur balst á havinum allan veturin. Flestu fara inn móti Dun, og St. Kilda-búgvin er ikki seinur at fara at fáa sær fyrsta feska bitan í næstan fýra mánaðir. Gomlu súlurnar koma um endan av januar, men ikki fyrr enn í apríl plagdu teir at manna bátarnar og rógva til Stac Lee og Stac an Armin at taka súlur. Teir fylgjandi mánaðirnar vóru tað súla og lundi, sum vóru føðin, so havhesturin, sum átti á rókunum á Conachair, kom væl við sum avbroyti. Hóast teir ikki tóku havhestaegg, tí havhestur verpur bert eitt, so vórðu súluegg og lomvigaregg tikin í túsundavís. Teir ótu tey fesk, ella varðveittu tey á ymsan hátt til seinni brúk, tí teir vistu, at hesir fuglar vurpu aftur.

Juni og juli vóru slakir mánaðir viðvíkjandi sjófugli. Tá var tað bert lundin á at líta, tí bæði havhestur og súla lógu á eggum ella royndu at fita ungarnar. Teir fóru eftir havhestaungum í august, áðrenn teir fóru av reiðrinum, og teir plagdu at taka fleiri túsund. Tí grásúlurnar, ella gugas, sum teir nevndu tær, komu seinni fyri seg, so teir bíðaðu ein mánað, áðrenn teir mannaðu bát at ræna stakkarnar.

Tá Martin Martin var á St. Kilda í 1695, so metti hann, at 180 oyggjabúgvar ótu 16.000 egg um vikuna og ótu 22.600 sjófuglar. Bara av Stac Lee tóku teir millum fimm og sjey túsund súlur árliga. Hundrað ár seinni metti ein annar, at einar 20.000 súlur vórðu tiknar av Stac Lee og Stac an Armin. Í 1786 fingu teir ein túr 1.200 grásúlur.

Í nítjandu øld minkaði stovnurin av súlu, so ikki fleiri enn 5.000 súlur vórðu tiknar árliga. Í 1841 var fongurin minkaður til einar 1.400 súlur árliga, og um 1900 bert einar 300 grásúlur, sum vórðu goymdar til vetrarmat.

Longu í 1758 siga oyggjabúgvarnir, at havhesturin er komin í staðin fyri súluna sum høvuðsføði á oynni. Tað var ta tíðina eitt ógvusligt innrás av havhesti, sum kom hagar at verpa, og fjaðrarnar og lýsi av teimum var av stórum virði fyri lordin av Dunvegan. Til 1878 var St. Kilda einasta staðið í bretska kongaríkinum, har havhestur átti, og MacLeod kann uttan iva hava ynskt, at hansara leigulendingar fóru væl um havhestin og fingu vinning av hesi støðu. Øldir av ræning kann væl hava skert súlustovnin. Teir tóku jú bæði egg og ungar frá súluni.

Talið av havhesti, sum var tikið fyri hvønn íbúgva, var rættiliga støðugt. Árini 1829 til 1843, tá eini hundrað fólk búðu á Hirta, lá fongurin av havhesti um 12.000 árliga, og gevur tað 118 fuglar fyri hvønn íbúgva. Í 1901, tá talið av íbúgvum var komið niður á 74, tóku teir einar 9.000 fuglar, og merkti tað, at hvør oyggjabúgvi mundi eta einar 130 í part. Eisini í 1929, árið fyri fráflytingina, høvdu teir tikið 4.000 havhestar, so nú lá meðaltalið á 125 fyri hvønn.

Tey ótu fugl á St. Kilda. Til morgunmatar ótu tey havragreyt við mjólk og at geva smakk, kókaðaðu tey ein havhest saman við grýnunum. Til endan av nítjandu øld dámdu teimum einki hveitibreyð ella fisk, og seyðakjøt og neytakjøt ótu tey bert um einki annað var. Til døgurða ótu tey epli og havhest.

Allur matur á Hirta varð kókaður. Har var eingin komfýrur í oynni uttan tann í prestagarðinum. Fyri ein, sum kom uttanífrá, smakkaði maturin rættiliga vatndeyvur, og av tí at teir ikki høvdu gott brenni, so var hann ofta lítið kókaður og ofta bara lunkaður. ”Tá tey kóka havhest,” skrivaði John Ross, “so koyra tey ofta eitt sindur av havragrýni í soðið at súpa, og hetta meta tey sera vælsmakkandi og heilsugott fyri ein maga, sum kann fáa tað niður.”

Kjøtið á einum havhesti er hvítt. Á gomlum havhesti er tað ein blanding millum kjøt og feitt, meðan ungin hevur næstan bara feitt. Kókaður smakkar hann næstan sum kjøt, og Heathcote, sum hevði etið inni hjá einum á St. Kilda viðmerkti, “eg má siga, at eg var gleðiliga bilsin. Vit høvdu væntað okkurt vamlisligt, men tað var tað ikki. Tað var eitt sindur “oljukent”, men vælsmakkandi.”

Var havhesturin vælsmakkandi, so var hann eisini seigur – góður fyri tenn og tannkjøt. Ross legði til merkis, at í havhestatíðini vóru tenninar hvítari og sterkari hjá oyggjabúgvunum. Tannrøkt var ongantíð nakar trupulleiki á St. Kilda, hóast tey ikki kendu til at busta tenn. At eta havhest, súlu og lunda tykist at hava verið gott fyri tenninar hjá teimum.

Um summarið ótu tey mest lunda. Frú Munro, kona seinasta trúboðaran, minnist, hvussu hann smakkaði, tá hon steikti hann. “Fyrsta kókið av lunda kom postmeistarin við. Teir vóru grýtuklárir. Eg spurdi sjúkrasystrina Barclay, hvat eg skuldi gera við teir. Hon bað meg koyra teir í ovnin og steikja teir. Maður mín var í skúla og kom heim til døgurða og segði, “Fá tær nú ein bita – Nei, eg havi fingið nóg mikið av teimum, eg havi steikt teir.” Eg fór og tømdi grýtuna, og hvørja ferð eg tømdi hana kom einki uttan snik, so eg fekk vaml.”

Neil Ferguson minnist, at súlan smakkaði av fiski og salti. Eins og havhesturin varð súlan saltað at hava til veturin. Ferguson minnist: “Súlan stóð á vatni eina nátt at fáa ringasta saltið úr teimum. So varð hon kókað til døgurða saman við eplum. Grásúlan var ikki bara kend á St. Kilda. Eisini á meginlandinum mettu teir hana at vera ein leskiligan bita, og kokkarnir á ferðaskipunum, sum sigldu millum Vesturoyggjarnar, høvdu ofta grásúlu á borðinum.

Á oynni ótu teir óvanliga nógv egg; og ein vitjandi skrivar, “Teir eta egg, sum bóndin etur epli.” Eggini vórðu rænd um várið og etin kókað ella niðursjóðað í tunnur. Teir vóru ikki so vandnir, um tey ikki vóru so fesk, so teir kundu hava tey liggjandi í seks átta vikur og hildu, at tey fingu ikki minni smakk við aldrinum.

Báturin var álitið á St. Kilda. Hann átti lívið í teimum, tí uttan bát kundu tey ikki liva á oynni. Hann varð nýttur til tær ofta vandafullu ferðirnar til Boreray og stóru stakkarnar at taka fugl.

Við endan av seytjandu øld áttu tey bert ein bát, seks alin til longdar. Hvør familja átti sín part í bátinum, og hvør húsbóndi hevði ábyrgdina av at koma við torvi um summarið, so hansara partur av bátinum var fjaldur móti heitu sólini, so hann ikki stakk sundur. Um veturin varð báturin vegna uppgangin drigin langt niðan frá og fyltur við gróti, so hann ikki skuldi fara av vindi.

Í 1831 máttu teir stríðast við ein bát, sum vigaði næstan trý tons. Hóast báturin hevði tríggjar árar hvørju megin, so fóru teir undir at gera eitt segl á hann burtur úr egnum klæðum. Hvør familja mátti lata sín part til seglið, so tað endaði við, at seglið varð gjørt úr 21 lepum úr ymsum støddum og liti. Teir góvu tí eyknevnið – lair-Dhonn (Brúna ryssan).

Tíggju ár seinni var enn bert ein bátur á oynni, hóast tosað hevði verið um, at tað hevði verið stórur fyrimunur at havt ein afturat, so sum onkrir vælgerðarmenn á meginlandinum høvdu tosað um. Í 1861 fingu teir á St. Kilda ein nýggjan væl útgjørdan bát, sum kostaði 60£. Dargavel, sum hann nevndist, fórst bert tvey ár seinni.

Í mai 1877 vóru fýra bátar á Hirta. Tveir teirra hevði ein vælhavandi vitjandi givið teimum, og hinir, hóast teir vóru nýggir, vóru ikki hildnir at vera nóg sterkir at halda til tað harðligu viðferð, sum viðurskiftini á oynni góvu.

Teir høvdu ongantíð á oynni bygt ein bát. Hóast hvørt húsarhald átti ein hamara, og ein maður á oynni segðist at hava øll amboð til timburarbeiði, so fanst ikki nóg góður viður á Hirta. Tað var tí lættari at flyta ein bygdan bát av meginlandinum enn at flyta viðin út til at byggja ein. Menninir royndu sítt besta at halda bátarnar viðlíka, hóast mangur helt teir fara heldur óvandaliga um.

Eins og ættfrændur teirra á Hebridunum, so mettu teir á St. Kilda havið at vera ein ond, sum ein átti at virða. Teir vórðu tó ikki mettir at vera serliga áhugaðir sjómenn; men teir høvdu stóra virðing fyri Atlantshavinum, sum teir vóru umgyrdir av. Wigglesworth skrivar: “Teir á St. Kilda duga væl at fara við einum báti eins og teir eru sera góðir bjargamenn. Eg vil ikki siga, at teir duga serliga væl at sigla, men tað er imponerandi, hvussu væl teir duga at hava ein bát inn móti klettunum í brimi og fáa sett fólk upp á land og taka tey av aftur; har vildu fáir sjómenn annars vágað sær inn ímóti.”

Hvørt ár gjørdu menn av Hirta vandafullu ferðina út á Stac Lee. Tað varð avgjørt á morgunfundinum, nær rætta løtan var at rógva teir fýra fjórðingarnar hagar, og nær teir hildu, at streymur og ætt vóru til vildar. Meðan lítli árabáturin varð lyftur upp og niður av aldunum, varð ein lína kastað í land á risastóra stakkin. “Fyrr var ein boltur settur í klettin. Tú vart heppin, um tú frá bátinum fekst eyga á hann.” So skjótt línan var fest í henda stálboltin, so lupu menn av bátinum á land. “Hvør teirra hevði eina tóma eskju,” sigur Lachlan, ”sum teir høvdu við sær upp á Stac Lee, og tá teir vóru komnir uppá, so var at fylla hana við súlueggum.” Nakrir mans lógu á báti, tí har var eingin møguleiki at leggja bátin nakra staðir, so teir royndu sum frægast at leggja seg í lívd, meðan teir bíðaðu.”

Tá teir allir høvdu fylt eskjurnar, so kom vandamiklasti parturin av tiltakinum. Við eskjuni á bakinum fulla av eggum var tað eitt vágaverk at koma niðuraftur, “tí tað var nógv vandamiklari enn at klintra uppeftir,” minnist Lachlan. “Í eskjuni kundi vera alt frá hálvtrýss til hundrað pund av eggum. Og eggini skuldu vera heil, tá tú komst niður. Kanska brotnaði okkurt, men sjáldan nógv.” So var at rógva bátin við monnum og eggum aftur til Village Bay. Konurnar stóðu altíð á støðni og bíðaðu eftir monnum, tá teir komu.

FRAMHALD