Brot úr størri frásøgn um oyggjabólkin St Kilda, sum liggur vestur úr Skotlandi, og har eingin hevur verið fastbúgvandi síðani fólkini vórðu “tvangsflutt” summarið 1930.
Eftir nógvar áheitanir um at fáa søguna um St. Kilda sum var prenta í pørtum í Norðlýsinum 2015, hava vit gjørt av at koyra ein part annan hvønn dag á heimasíðu okkara.
Ger so væl.
Tá veltingin er av, so er at fara undir kríatúrini. Seyðurin var eitt tað týdningarmesta kríatúrið á oynni. Við endan av seytjandu øld varð mett, at har vóru eini tvey túsund seyðir á Hirta og grannaoyggjunum Soay og Boreray. Hundrað ár seinni var talið minkað til fimtan hundrað. Helvtin av seyðinum gekk á Hirta, eini fimm hundrað á Boreray og restin á Soay.
Eigarin, MacLeod of MacLeod, átti seyðin á Soay. Tað var ikki “heimaseyður”, men eitt gamalt seyðaslag. Hesin seyðurin var smáur, morreyður og líktist meira geitum. Tað er sannlíkt, at hesin seyðurin er eftirkomari av teimum “moufflon”, sum fanst á St. Kilda í neolitiska tíðarskeiðinum. Seyðurin var ikki nýttur til matna, men fyri ta bleytu ullina, sum teir nýttu til hosur og tweed.
Restin av seyðinum áttu oyggjabúgvarnir, og hann var mest hvítur við onkrum høvuðsvørtum ímillum. Hesin seyðurin var komin av meginlandinum umleið 1872. Hann var sera nógv umhildin, tí hann var so langlívaður, um hann ikki fórst av onkrari orsøk. “Ein eldri maður,” skrivaði George Murray, “ kom heim við einari sekstan ára gamlari ær at fletta. Teir fortaldu mær, at onkur mintist, at maður hevði haft ær, sum var tjúgu ára gomul.”
Seyðurin á St. Kilda var ikki feli. Tað er mest sannlíkt, at eitt tílíkt frávik frá tí, sum vanligt var, kemur av, at teir á oynni ikki mettu, at samfelagið á Hirta var bundið at seyði fyri at yvirliva. Tann, sum átti fæst áseyðir í 1877, hevði bert ellivu, og tann sum átti mest, 150. Tjúgu ár seinni varð mett at har vóru einir túsund seyðir á oynni. Tá fráflytingin fór fram í 1930 var talið komið upp á 2000, og stjórnin flutti 1300 av oynni Hirta, meðan teir lótu seyðin á Soay og Boreray ganga eftir.
Fyrsta arbeiðið á árinum var at telja seyðin. Teir mistu altíð nakað av vindi og stormi. Tí varð rikið í rætt og talt. Í mai fóru teir við báti til Dun, har lombini høvdu verið um veturin og etið av síða grasinum har. Síðani vórðu ær og lomb rikin yvir á Glen Mor, sum var summarhagin. Konufólkini høvdu til arbeiðis at mjólka ónum eina ferð um dagin, og teir brúktu tippi at reka lombini frá mammunum, so tey vóru har um náttina, so tey ikki sluppu at súgva. “Hvørt húsarhald hevði sítt tippi,” viðmerkti Murray, “og tað eru konufólkini, sum hava til arbeiðis allan dagin at røkta seyðin og halda lomb og ær atskild.” Men tá ærnar vóru mjólkaðar um morgunin, so vórðu lombini vanliga slept út úr tippinum.
Teir máttu eisini ansa seyðinum á Boreray. Í 1889 fóru oyggjabúgvarnir tríggjar ferðir yvir á oynna. Um várið at ræna og telja seyðin. Eins og á Hirta, so vóru nakrir farnir útav av vindi um veturin. Í juni fóru teir yvir aftur á Boreray at royta seyðin. Seinasta ferðin var í august eftir grásúlu. Men túrurin um summarið var altíð tann longsti; kundi vara eina til tvær vikur. Tað var tað longsta, menninir vóru burtur frá familjuni. Men teir fóru ikki allir, bert einir tólv, og av teimum fóru bert seks upp á oynna, hinir róðu heimaftur. Tað var avgjørt á morgunfundinum, hvør skuldi rógva, og hvør skuldi vera eftir á oynni.
Meðan teir vóru á Boreray, búðu teir í nøkrum, sum teir nevndu Stal House – ein eggdánað kroysa, meira enn helvtin undir jørð, ikki meira enn tólv føtur ferðir seks við einum sovirúmi burtur frá høvuðskamarinum, sum meira líktist eini haruholu. Har var altíð torv inni, og á rann tætt við. Menninir spiltu ikki tíðina burtur, men fóru undir arbeiðið beinanvegin. Og hundarnir, sum teir høvdu við, vóru til stóra nyttu.
Hesar blandhundarnar, sum funnust í stórum tali á Hirta, høvdu teir altíð við sær. Hesir smáu, rak hundarnir, upprunaliga frá einum collie, sóu út, sum eingin skuldi borið kannuna av teimum. Meðan hundarnir vóru ungir, brutu ella fílaðu teir tenninar, so teir ikki skuldu skaða seyðin, tá teir fingu lagt hann niður. Tá hundarnir ikki vóru í brúki, so gingu teir í hafti, so teir ikki skuldu fara frá húsum og órógva seyð og fugl. Hundarnir vóru frálíkir í haga og á rókum, og kundu teir á St. Kilda ikki verið teir fyri uttan.
Tá teir vóru lidnir at royta, so var farið heimaftur. Teir á Boreray plagdu at glaða, ella at venda flag, so tað sást á Hirta, og var tað tekin til teirra á Hirta, at nú var tíð at koma eftir teimum. Tá báturin nærkaðist, fóru konurnar í skundi oman at taka førningin av ull til høldar. “Tá teir koma aftur,” skrivaði Ross, “er móttøkan eins fegin og hon var syrgin við fráferðina. Tey eru ongantíð glað, tá nakar av vinunum er burturstaddur. Tey eru full av pátrúgv av øllum slag, og stendst hon serliga av teirra avmarkaðu vitan um verðina uttan um teirra avmarkaða umhvørvi.”
Næstan allur juni mánaði gekk við at reka. Teir nýttu somu framferð á øllum oyggjunum; teir róku seyðin saman á onkrari rók sum helt. Men, kvinnur og børn tóku lut í hesum lúgvandi arbeiði við hundum til hjálpar. Teir gjørdu nógv tippi á Hirta, og tá teir høvdu fingið fatur á seyðinum, so varð hann settur í tippi til roytingar.
“Rooing”, sum teir nevndu tað, gjørdi, at teir ofta mistu nógvan seyð. “Seyðurin var styggur og rann sum fyri lívinum,” skrivar John Ross. “Hundarnir runnu ídnir at fáa fatur á fongin, áðrenn seyðurin var komin so undan hundinum, at hann kundi leypa útav hamrinum og fara fyri skeyti. Men var ærin hart kroyst av hundinum, so leyp hon, og á henda hátt mistu teir fitt av seyði hvørt ár. Soleiðis hildu teir á mesta partin av degnum, síðani møttust menn púra útlúgvaðir við tippið ella rættina, og eftir at teir høvdu tosað um, hvussu nógvur seyður var fallin og burtur, fóru teir at telja restina.”
Men teir á St. Kilda høvdu eina tryggingarskipan at javna aftur miss. Hinir menninir, sum vóru við í “the rooting”, hjálpti manninum, sum mist hevði, antin við at geva honum seyð ella pengar sum bót. Sama var galdandi, um maður hevði mist seyð vegna storm og ódnarveður. Heldur ikki tóku teir sær bara av sínum fylgi, tá teir róku. Var maður sjúkur ella burturstaddur, so varð hansara seyður rikin og royttur saman við teirra egnu.
Ullina skóru teir av seyðinum við felliknívi. “Í dag er áseyðaroyting,” skrivaði George Murray, lærarin. “Eg roytti sjey í gjár og lærdi teir at nýta saks. Teir brúka felliknív, sum sjálvandi kann brúkast. Ein maður fekk tveir saksar í gávu , og tað vóru teir, eg brúkti í gjár, og tað nevndu teir eina stóra uppfinning. Har vóru eini fjøruti fólk rundan um meg, sum stóðu bilsin og gløddu, meðan seyðurin var viðgjørdur á henda løgna hátt. Eg hoyrdi viðmerkingar sum “nú hin gamli, kubba ikki hálsin av,” ella “ansa eftir livrini, at hon ikki kemur út!” Men teir noktaðu at brúka saks.
Villi seyðurin á Soay var eisini rættaður og royttur. Men her gekk hann so leingi, til har var so væl filað, at tað bert var at toga tað sindrið av ull av, sum eftir var, og sjáldan var neyðugt við knívi. Allur seyðurin har var morreyður. Men tað var størri trupulleiki at hagreiða seyðin á Soay enn á Boreray, tí oyggin er ring at lenda á og sera brøtt.
Summarmánaðirnar var nógv at takast við á Hirta. Umframt at ansa grøðini, so var annað at gera á croftini. Har vóru eingir fákmenn á oynni, so hvør maður var vanur við sjálvur at fáast við at vala um, tá okkurt var farið. Summardagarnar vóru cleits og tippi ella rættir at vala um, eisini bátarnir og húsini máttu hava eina hond. Nógv ferðafólk mettu fólkið á oynni at vera dovið, men tey hugsaðu ikki um, at tá ferðafólk vóru um vegir, so vildu tey fegin taka sær av teimum. So tað vóru ikki altíð so nógvir tímar um dagin, at tey ikki høvdu okkurt at takast við.
Um kvøldarnar plagdu teir at fara á flot. Í 1841 metti Wilson, at tær 200.000 súlurnar, sum áttu á St. Kilda, mundu eta 305.714 tunnur av fiski um árið. Teir á St. Kilda hildu ikki nógv um hesa meting. Teir høvdu frá aralds tíð fiskað longu og tosk við nót og línu. Men fiskiskap høvdu teir altíð hildið lítið um, tí, sum teir søgdu, fuglurin gav teimum bæði til føði og til leigugjald. “Teir hava longu so nógv til matna, sum teir orka at eta,” skrivaði McCulloch í 1819, “og kenna seg freistaðar til at fara undir enn vandamiklari arbeiði.” Á St. Kilda dámdu teimum als ikki fisk. Teir vildu vera við, at hvørja ferð teir ótu fisk, so fingu teir pirrur ella klumpar á húðina. Men seinnu árini gjørdu teir meira við at fara til útróðrar, tí fiskurin tá kundi hjálpa til at gjalda leiguna.
Tá teir fóru til útróðrar, so varð fongurin bert býttur millum teirra, sum høvdu verið við. Men fóru teir at fiska longu sum gjald til faktorin, so var fongurin býttur millum tey sekstan húsarhaldini, hóast bert einir átta mans høvdu verið við bátinum.
Á Hirta kundu teir altíð gleða seg um, at teir høvdu sera sunn og frísk neyt. Í seytjandu øld, sigur Martin Martin, vóru eini 90 neyt á oynni – smá, feit neyt, kend fyri vælsmakkandi kjøt. Ferðamenn høvdu ofta viðmerkingar um, hvussu góð neytini vóru á Hirta og eisini mjólkin, har mesti parturin varð blandaður við mjólk av óm at gera ost. Tá McDiarmid vitjaði oynna í 1877 viðmerkti hann, at har var ein tarvur, átta ára gamal, 21 kýr og 27 ungneyt. Tað árið høvdu tey fingið tólv kálvar, sum McDiarmid helt vera fittar, kátar og væl í holdum. Konufólkini tóku sær ikki bert av neytunum og ónum, men skuldu eisini syrgja fyri bæði at kýrnar fingu tarv og seyðurin varð brundaður. Hetta helt George Murray vera óhóskandi. “Eg tosaði við eina unga gentu,” skrivar hann í dagbókina, “sum fekst við at fáa ærnar brundaðar. Tað hevði sæð betur út fyri ein fremmandan, um “veikara kynið” hevði latið tílíkt upp í hendurnar á “mótsetta kyninum.””
Einaferð funnust ross á St. Kilda. Tey vóru førd út hagar av eigaranum at hjálpa teimum at bera torv. Um 1851 vóru tjúgu smáir, brúnligir hestar, men eini tvey ár seinni vóru bert tveir eftir. Oyggjabúgvarnir vildu vera við, at teir ótu meira gras enn teir gjørdu nyttu, so teir seldu faktorinum teir fyri fimmogtjúgu shillingar hvør. Í 1870 var bann sett fyri hestum á Hirta.
Teir vildu heldur ikki loyva ov nógvum húsdjórum. Geitin var eisini bannað, stutt eftir at hon var komin til St. Kilda, tí teir hildu, at hon órógvaði fuglin í haga og á rókum. Umframt seyð, neyt og hundar, so var ketta einasta húsdjórið, loyvt varð. Hvørt húsarhald hevði eina kettu, og var hon hildin at vera virðismikil, tí hon helt mýsnar burtur frá mjøli og grýni.
Tá august var komin at enda, og havhestatíðin var av, og áðrenn teir fóru undir súluna, so var at fara undir at fáa grøðina til høldar. Øll arbeiddu frá morgni til myrkurs, og ofta í mánalýsi, til alt var komið undir tak. Eitt stað, har stormur og regn knappliga kundi koma og oyðileggja grøðina, so var alt annað arbeiði lagt til síðis, tá bygg, havra og epli vóru búgvin. “Øll, gomul sum ung, vóru úti og arbeiddu,” skrivaði John Macdonald 1822, “so øll familjan er upptikin av at sláa og heysta á “croftini”.
Byggin á Hirta var búgvin 25. august og varð togað upp við rót. “Øksini vóru so stutt, og vit høvdu einki at skera við,” minnist ein av oyggjabúgvunum. Konur og børn plagdu at seta tey saman í smáar rúgvur, men tær sluppu ikki at standa longur enn neyðugt, skuldi illveður brostið á.
Akurknívar vórðu brúktir til at skera havra, sum búnaðist seinni enn bygg. Menninir høvdu ábyrgdina av at sláa, men konur og børn at hoyggja. Trol, sum rikin vóru á land, ella vóru givin teimum av trolaramonnum, vórðu nýtt at heingja á sáturnar, so tær ikki fóru av vindi. So seint sum í 1926 vóru tey á st. Kilda før fyri at hoyggja so mikið, at tey høvdu nóg mikið av vetrarfóðri til neytini. Tað vóru onkur ár, at ikki var nóg mikið av fóðri, so konurnar um várið máttu út at royta gras onkustaðni, har seyður ikki slapp at. Tað var sera vandamikið, men mátti gerast, so neytini ikki doyðu í hungri.
Havran tresktu við treskitræ. Síðani sigur John Smith, “at hon var turkað í einum potti ella koyrd í eitt stráílat og turkað við heitum steinum.” Ikki fyrr kundi farast á kvørnina; kvørn fanst í hvørjum húsi.
Á kvørnini vóru tveir kvarnarsteinar úr granitti, einar fimtan átjan tummar í tvørmál. Mitt í lægra steininum, sum var útholaður eitt sindur, var ein pinnur úr jarni, sum gekk í miðdepilin á ovara steininum. Hann var malin runt við einum hondtaki úr træ. Sands skrivaði, “at konufólkini sita hálvnakin og mala sum svakar.” Tað sigst, at tvey konufólk – tí menninir kundu ikki droymt um at malið korn, uttan kanska fyri einum myndatakara – kundu mala upp í eina tunnu av mjøli um dagin. Tá kornið var malið, so var tað sáldað; sáldið, sum var gjørt úr roði, var spent upp á eina trægjørð, og í roðnum vóru stungin hol í við einum heitum jarnstokki. Nú var mjølið greitt til bakstur.
Áðrenn tað var malið, líktist kornið meira øgnum, og var næstan sum dust, tá tað hevði verið gjøgnum kvørnina. Men mjøl var av avgerandi týdningi fyri tey á St. Kilda. Eftir hvat brøðurnir Kearton søgdu í 1898, so brúktu oyggjabúgvarnir árliga 120 pund av havra hvør. Av tí at jørðin var so overvað, og at teir gjørdu lítið við at nýta rotatión, so gjørdust oyggjabúgvarnir meira og meira bundnir av eigarmanninum. At teir soleiðis gjørdust bundnir av eigaranum, var sera stríggið, tí sambandið við oynna var so ótrúliga torført. Tað var vegna tørvandi korn, at har var hungur bæði í 1885 og 1912. Har var ikki gjørligt at dyrka nakað grønmeti uttan epli, og jørðin var so mergsogin, at har fekst næstan eingin úrtøka. Í 1886 skrivar George Murray í dagbókina: “Úrtøkan av eplum er sera vánalig; tað er ikki meira enn tað loysir seg at seta niður.”




