Klaksvíkingurin spældi í gjár fyri fyrstu ferð frá byrjan á eykaliðnum hjá SønderjyskE.
Fyri nøkrum vikum síðani skrivaðu vit, at 18 ára gamli Jóhan Waag Høgnesen hevði spælt sínar fyrstu minuttir á eykaliðnum hjá SønderjyskE. Og síðani tá hevur tað gingið væl hjá Jóhan. Í fyrsta dystinum kom hann inn og spældi 30 minuttir, síðani spældi hann 45 minuttir í næsta dystinum og í gjár spældi Jóhan fyri fyrstu ferð frá byrjan og fekk 60 minuttir á vøllinum í dysti móti Esbjerg. Esbjerg vann 2-0. Jóhan sigur í stuttari viðmerking við Norðlýsið, at hann spældi sum 8 ari í einari 4-5-1 leikskipan hendan dystin. Hann sigur, at í løtuni gongur væl hjá honum, har hann fær størri og størri leiklut á eykaliðnum hjá SønderjyskE.
Hann leggur afturat, at hann í síðstu viku vandi við Superliga liðnum hjá SønderjyskE.




