Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sand og grús goymslu í Klaksvík

Óli M. Lassen

Nú eg eri uppstillaður til býráðsvalið í heyst hava fleiri borgarar seinastu dagarnar vent sær til mín og greitt mær frá, at tað manglar bæði skervur og sandur á goymslu í Klaksvík. Hetta er til stóran ampa, tá fólk skulu stoypa ella gera eitthvørt á ogn teirra.

Tað ber ikki til, at klaksvíkingar skulu koyra út í Eysturoynna eftir sandi og grúsið, leiga lastbil, túnnilsgjald v.m. Tí er neyðugt við eini goymslu í Klaksvík. Til ber at leggja eina sand / grús goymsluna uppi á Borðoyarvík ella norðuri á Grønhølmi, onnur økir eru eisini í kunnu nýtast til hesa goymslu.

Tá eg var formaður í teknisku nevnd var avgjørt at keypa eitt mobilt knúsiverk, og var ætlanin at fara niðan á Borðoyarvík tí eitt ídnaðarøkið skal gerast har. Sum eg skilji tað, so er gongd í hesum málið og vóni eg, at byrja verður uppá ídnaðarøkið á Borðoyarvík. Møguliga verður nakað av avlopsgrótið frá hesari verkætlan. Men neyðugt er beinanvegin at fáa eina goymslu av sandi og skervi til borgararnar í Klaksvík, so ikki er neyðugt at brúka nógva tíð og orku til at koyra út í Eysturoynna eftir sand og grúsi.

Óli M. Lassen