Tey síðstu árini hava vit sæð eina støðuga tilgongd av fólki, ið hava valt at seta búgv í Klaksvíkar Kommunu. Vøksturin hevur ført við sær, at bústaðarmøguleikarnir eru fækkaðir í tráð við tilflytingina. Tað eru átøk ávegis. Millum annað standa 30 íbúðir tøkar í nýggja miðbýnum í 2017, sum fara at bøta um bústaðarmøguleikarnar.
Í dag hevur Klaksvíkar Kommuna tikið enn eitt stig til at nøkta hendan tørvin. Lýsing er farin í bløðini, har ið eitt øki á 3007 fermetrar millum Hjalla er lýst til sølu. Økið er ein sameining av 6 grundstykkjum, sum ikki eru útgrivin. Talan er um eitt útboð, sum í prinsippinum merkir, at økið kann seljast fyri 1 krónu. Hetta er treytað av, at talan verður um samanbygd hús ella íbúðir, og at Klaksvíkar Kommuna metir, at verkætlanin er realistisk og letur seg gera innan eina ávísa tíð.
Økið varð eisini boðið út í 2013, men tá spurdist ikki nakað ítøkiligt burturúr. Lýsingin kann síggjast á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu.
Kristian Eli Zachariasen
Formaður í Umhvørvis- og Býarskipanarnevndini




