Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dagstovnaskáli nøktar tørvin

Jóhann Lützen

Fleiri og fleiri ynskja sær Klaksvík sum heimstað og tað hevur jaligar avbjóðingar við sær. Dagstovnarnir standa til at bresta, og tískil hava vit fingið ein dagstovnaskála við plássi fyri umleið 35 børnum, ið verður staðsettur við Fjallafípuna. Komandi mánað kemur serfrøðingabólkur við tilmæli um langtíðarloysn á dagstovnaøkinum.

Fleiri og fleiri ynskja sær Klaksvík sum heimstað og tað hevur jaligar avbjóðingar við sær. Dagstovnarnir standa til at bresta, og tískil hava vit fingið ein dagstovnaskála við plássi fyri umleið 35 børnum, ið verður staðsettur við Fjallafípuna. Komandi mánað kemur serfrøðingabólkur við tilmæli um langtíðarloysn á dagstovnaøkinum.

Fyritreytin fyri menning og nørandi gróðuri er, at fólk kunnu fara til arbeiðis, og tískil er ein tann stórfingnasta uppgávan hjá kommununi at veita dagstovnatrygd. Myndin í dag er, at 98% av øllum børnunum í kommununi eru á dagstovni.

Hesa býráðssetuna er talið á børnum undir skúlaaldur økt munandi, og tað hevur lagt trýst á dagstovnarnar at hýsa øllum børnunum. Uppdriftin í samfelagnum saman við røttum kommunalpolitiskum átøkum, eitt nú 35%-lækkingin av dagstovnagjøldunum, hava viðvirkað til hesa jaligu gongd.

Vit hava økt um tilboðini á fleiri økjum, bæði innan dagrøkt, vøggustovu, barnagarð og frítíðarskúlaøkið, og fegnist eg um, at býráðið í øllum hesum hevur staðið saman um øktu játtanirnar.

Seinastu tíðina hava vit aftur upplivað, at stovnarnir eru fullir, og tískil bað eg umsitingina koma við uppskoti til loysn á hesi jaligu avbjóðing. Vit keypa ein liðugt snikkaðan dagstovnaskála við plássi til 35 børn. Skálin verður staðsettur við Fjallafípuna, sum er so væl dámd.

Samstundis arbeiðir serfrøðingabólkur við at orða eitt tilmæli, ið verður lagt fyri Trivnaðarnevndina Børn og ung komandi fundarumfar, har lagt verður upp til, hvussu dagstovnaøkið skal skipast framyvir, herundir bygging av nýggjum dagstovni, staðseting v.m. Tað hevur stóran týdning, at vit raðfesta víðkaðar karmar kring barna- og ungdómsøkið komandi býráðssetu.

Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini Børn og ung

Harleyfacadeacryl