Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mentan og trivnaður

Jógvan Sofus Vilhelmsen, valevni Sambandsfloksins til býráðið

Mentan kann vera so mangt, men at lýsa hana er ikki altíð lætt. Eitt nú halda fólk flest, at føroyskur dansur er mentan. Onnur hugsa helst meir um pinnamat og reyðvín, tá ið tey hoyra hugtakið nevnt.

Og trivnaður – hetta at trívast í nærumhvørvinum. Hann kann eisini vera trupul at seta orð á. Vit eru øll so ymisk – og tørvur okkara at trívast samsvarandi ymiskur.

Klaksvíkar kommuna eigur eftir míni sannføring at útvega neyðugar karmar, so at borgarar hennara fáa møguleikan at trívast – og mentanarliga tørvin nøktaðan.

Uppskot:

Vit eiga at virka fyri at fáa eitt torg, har ið allar okkara rávørur, á sjógvi sum á landi, fáast til keyps.

Torgið skal vera uttarlaga á útfyllingini við sandin. Ein lítil kai verður løgd, har ið einir tveir bátar kunnu leggja fongin upp samstundis.

Koyrandi skal vera til torgið, soleiðis at lættliga slepst til og frá við sínum fiski, kjøti, grønmeti o. ø.

Torgið kemur soleiðis at liggja í einum maritimum umhvørvi í sjálvum miðdeplinum í Klaksvík. Hetta kemur at skapa dynamikk og hugnaligan stemning í miðstaðarøkinum.

Ímynda tær eitt nú nakrar ungdómar standa og selja kjálkar, flak og saltfisk at vinna pening til eina miðnámsferð og ein eldri mann við síðuna av selja eplir, røtur og gularøtur. At slíkar kringumstøður leggja upp til góð og gevandi prát sigur seg sjálvt.

Í øldir livdu føroyingar av tí, sum náttúran gav, men nú eru vit farin at nýta skundverðar (fast food) meir og meir. Í Klaksvík eru nú á døgum fleiri pitsamatstovur enn útróðrarbátar av tí góða, gamla slagnum, og tað sigur ikki so lítið, um hvønn vegin tað ber.

Góðu veljarar! Kommunuval verður 8. november 2016. Velja tit meg inn í Klaksvíkar býráð, fari eg at arbeiða miðvíst fyri, at vit øll smátt um smátt gerast ríkari mentanarliga sum trivnaðarliga.

Harleywoodpaint