– Vit eru væl nøgdir við arbeiðið,sum Mikkjal hevur gjørt og við nýggja sáttmálanum tryggja vitokkum ein stabilitet fyri framtíðina við einum høvuðsvenjara,sum vit halda passar sera væl til okkara felag, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.
Í dag skrivaði KÍ nýggjan trýára sáttmála við høvuðsvenjaran Mikkjal K. Thomassen, sum núhevur sáttmála við KÍ fram til og við kappingarárið 2019.Tummas Lervig er formaður í KÍ og skrivaði undir sáttmálanvegna felagið. Hann fegnaðist um, at venjaraspurningurin fyriframtíðina er avgreiddur.
– Vit hava verið sera væl nøgdir viðarbeiði, sum Mikkjal hevur gjørt fyri felagið. Í ár hevurEffoliðið tikið risafet móti toppinum í føroyskum fótbólti,har vit hava vunnið steypakappingina og framvegis eru við íkappingini um fremsta plássið í landskappingini. Framtíðin særspennandi út í felagnum, har vit m.a. komandi ár skulu spælaEuropa fótbólt fyri fyrstu ferð í 10 ár, og tað er einspennandi avbjóðing í sær sjálvum. Vit ynskja stabiltet og hugsafleiri ár fram og tí halda vit, at tað er upplagt at halda framvið einum venjara, sum øll kring felagið eru væl nøgd við ogsum hevur víst seg at passa væl til okkara felag, segði TummasLervig eftir, at sáttmálin var undirskrivaður.




