Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TRÝ STRÍÐ, IÐ KLOVDU TJÓÐINA

Danial Viðoy

Tíðindaskriv – Tiltak: Mikukvøldið 12. oktober kl.19.00 verður tiltakið “Trý stríð, ið kloyvdu tjóðina – fiskimarkið, fullveldi & fiskivinnan”, har tríggir aktuellir rithøvundar greiða frá trimum háaktuellum evnum.

Tiltakið er ókeypis.

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður og rithøvundur, hevur við bókini “2000 – tá Føroyar skuldu loysa” lyft lokið á eitt tað mest spennandi – og inn til víðari mest loyniliga – mál í føroyskum politikki. Sjúrður fer afturum leiktjøldini og politiska retorikkin og greiðir frá, hvat veruliga fór fram undir fullveldisætlanini.

Í ár eru 40 ár liðin, síðan løgtingið samtykti at flyta fiskimarkið út á 200 fjórðingar – og nógv er hent síðan tá. Hanus Samró, rithøvundur, hevur við bókini “Stríðið um 200 fjórðingar – eisini ein spurningur um EF” lýst eitt lítið umrøtt tíðarskeið, sum hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri Føroyar. Við støði í bókini “Stríðið um makrelin”, ið Hanus Samró gav út í 2015, verður farið inn í kjarnan á mest kontroversiella málinum, tá Føroyar fóru í stríð við stórveldini um nógvu makrelmilliardirnar.

Óli Samró, búskaparfrøðingur og fiskivinnuráðgevi, hevur skrivað bókina “Fiskiskapur – fjølbroyttar ásetingar,” har hann lýsir, hvussu fiskiskapurin kring heimin verður umsitin. Við støði í nógv umtalaða tilmælinum frá fiskivinnunýskipanarbólkinum fer Óli at gjøgnumganga álitið og seta tað í mun til, hvussu hini londini í heiminum skipa sín fiskiskap.

Tiltakið verður á søgu- og samfelagsdeildini mikukvøldið 12. oktober kl.19.00.

Øll eru vælkomin.