Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Besta skúlabókahandrit

Danial Viðoy

TÍÐINDASKRIV frá Námi:

BYRJANARKVØLD Í NÁMI:

Í dag, hósdagin 6. oktober kl 19:30, skipar Nám fyri byrjanarkvøldi í sambandi við lýstu kappingina um Besta skúlabókahandrit.

Regin Marnersson, stjóri í Námi, bjóðar vælkomin, Signar í Homrum syngur góðar sangir og vit fáa eina festliga skúlakøku frá Gudny’sa køkum.

Síðan fara Oddfríður Marni Rasmussen og Hanna Jensen á kveikjandi hátt at siga frá um egnar royndir og møguleikar at gera tilfar, sum kann verða brúkt í undirvísing. Tey fara eisini at geva eitt boð uppá, hvørji krøv dagsins skúli eigur at seta tí góða handritinum.

Tiltakið er alment, og tey, sum møta, sleppa til orðanna, og ritstjórar í Námi vera til staðar.

Í sambandi við handritakappingina kunnu ritstjórar í Námi eisini geva teimum ráð, sum hava hug at skriva. Rágevingin er í mesta lagi fimm tímar til hvønn høvund, sum er við í handritakappingini.

Alt um handritakappingina sæst á heimsíðuni hjá Námi og á Snar:

http://snar.fo/skipan/kunning/news/besta-skulabokahandrit/

Ein reklamufilmur um handritakappingina er eisini gjørdur: