Í bókini ”2000 – tá Føroyar skuldu loysa” setur rithøvundurin fram álvarsamar ákærur móti landsstýrinum. Á síðu 180 til 184, skrivar Sjúrður Skaale at hann varð partur av eini samansvørjing, har teir plantaðu eina søgu í Dimmalætting og villleiddu Løgtingið.
Í bókini ”2000 – tá Føroyar skuldu loysa” setur rithøvundurin fram álvarsamar ákærur móti landsstýrinum. Á síðu 180 til 184, skrivar Sjúrður Skaale, at hann varð partur av eini samansvørjing, har teir plantaðu eina søgu í Dimmalætting og villleiddu Løgtingið.
Hetta var í samband við at sáttmálaritið, sum landsstýrið hevði gjørt klárt at leggja fyri donsku stjórnina, sum ein komandi sáttmáli millum Føroyar og Danmark skuldi byggja á.
…… Tað varð í trúnaði latið uttanlandsnevndini í løgtingum til viðgerðar……
…… Eg fekk uppgávuna at leggja strategiina mótvegis pressuni til rættis……
…. Vit tosaðu um hvussu væl tað hevði eydnast, tá Hvítabók kom út, og hvat vit kundu læra av tíð. Skjótt var komið inn á lekan til pressuna og gjørt var av at taka ta sakina í egnar hendur. Til tess at geva landsstýrinum ein fyrimun í umrøðuni fór eg, hóskvøldið 27. Januar 2000, til ein journalist á Dimmalætting. Við mær hevði eg eitt eintak av sáttmálaritinum…..
…… 17. Februar bleiv stríðið aftur hert, tá løgmaður sendi eina kæru til løgtingsformannin, har hann ákærdi Heðin Mortensen úr Sambandsflokkinum, sum var næstformaður í Uttanlandsnevndini, fyri at bróta tagnaðarskylduna. Tað, Heðin hevði gjørt, var tann 16. Februar at siga hetta við Dimmalætting um sáttmálaritið áðrenn tað varð alment: ” Í uppritinum eru ov nógvir leysir endar. Vit fáa púra greitt at vita, at tað er fullveldinum, landsstýrið ferð eftir. Men vit fáa einki at vita um, hvussu long ein skiftistíð skal vera”……
….. Eingin visti, at orsøkin til, at Dimmalætting hevði kunnað endurgivið úr hesum sama sáttmálariti, var, at landsstýrið sjálvt – sum ein lið í propagandastríðnum og við mær sum millummanni – loyniliga hevði latið blaðnum alt ritið….




