Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eurosport vísir Føroyar-Portugal

Jákup Ósá

Tað vera fleiri milliónir, sum koma at síggja landsdystin í næstu viku, tá Føroyar taka ímóti europameistarunum. 

Eurosport 2 vísir landsdystin á Tórsvølli næsta mánakvøld. Tað er ein vælumtókt rás, og tí fáa nógv møguleikan at síggja føroyska landsliðið. Men áðrenn tað skulu bæði londini spæla aðrar landsdystir. Portugal tekur ímóti Andorra, meðan Føroyar spæla í Lettlandi.