Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyar fingu flottan útisigur í Lettlandi

Jákup Ósá

Føroyska A-landsliðið vann íLettlandi í kvøld og sostatt var enn eitt flott úrslit hjá hesumlandsliðnum veruleiki.

Seinastu árini hevur føroyskaA-landsliðið havt viðgongd og sigast má, at hendan HMundankappingin hevur byrjað sera væl. Fyrst fekk føroyskalandsliðið javnleik móti Ungarn og í kvøld vann liðið áútivølli móti Lettlandi. Hóast Lettland ikki er millum sterkastulandsliðini, so var Lettland favorittur at vinna dystin frammanundan, men Føroyarmótprógvaðu hesum. Sonni Ragnar Nattestad legði Føroyar á oddaí fyrra hálvleiki og í seinna hálvleiki økti sera vælleikandiJóan Símun Edmundsson eftir upplegg frá Halli Hansson. Tveirleikarar, sum seinastu tíðina til tíðir hava verið profilar íbestu donsku deildini og hetta smittar av á landsliðið.

Føroyar liggja nú á 2. plássi íbólkinum, og tað er eitt tekin um eina sera góða byrjan undandystinum mánakvøldið, tá europameistararnir Portugal koma ávitjan.