Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvat ríður tykkum, sentralistar?

Nordlysid

Hóast tað á fleiri økjum verður sáaður ivi um, hvussu nøktandi Landssjúkrahúsið virkar, so tykjast valdspersónar í høvuðsstaðnum halda, at bara Klaksvíkar Sjúkrahús verður avtikið sum sjálvstøðugur stovnur og gjørt til eina undirdeild hjá LS, so verður alt gott. Men henda sentralistiska herferð verður undir ongum umstøðum góðtikin!

Hóast tað á fleiri økjum verður sáaður ivi um, hvussu nøktandi Landssjúkrahúsið virkar, so tykjast valdspersónar í høvuðsstaðnum halda, at bara Klaksvíkar Sjúkrahús verður avtikið sum sjálvstøðugur stovnur og gjørt til eina undirdeild hjá LS, so verður alt gott. Men henda sentralistiska herferð verður undir ongum umstøðum góðtikin!

Hetta er eitt álvarsamt varskó til Føroya Landsstýri, Føroya Løgting og Føroya fólk, tí enn einaferð er ein avtøkuherferð farin í gongd í høvuðsstaðnum ímóti Klaksvíkar Sjúkrahúsi, hóast fleiri kanningar hava prógvað tað at vera eitt sera væl virkandi sjúkrahús, sum er vert at varðveita og menna sum part av sjúkrahúsverkinum.

Hesaferð er amboðið ein subjektiv, sentralistisk sonevnd menningarætlan, har óteljandi greinar og útmeldingar nú aftaná avdúka, at høvuðsmálið enn einaferð er at avtaka okkara vælvirkandi Klaksvíkar Sjúkrahús sum sjálvstøðugan stovn og gera tað til eina deild undir Landssjúkrahúsinum, hóast tað á fleiri økjum verður sáaður ivi um, hvussu nøktandi Landssjúkrahúsið sjálvt virkar.

“Hetta verður byrjanin til endan av Klaksvíkar Sjúkrahúsi!” So álvarsom eru orðini frá Hera Ellingsgaard, stjóra á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, um hesar ætlanir um at avtaka sjúkrahúsið sum sjálvstøðugan landsstovn.

Vit byggja land – ikki ein bý

Eg havi verið virkin politikari í fleiri áratíggju og havi í skjótt hálva øld verið virkin limur í Tjóðveldi, hvørs endamál er at byggja Føroyar sum eina sjálvstøðuga tjóð, tvs. sum eitt land við øllum teimum eyðkennum og virðum, sum eitt land hevur.

Søgan lærir okkum, at landafrøðiliga fjølbroytni Føroya er eitt týðandi ríkidømi, sum hevur ment samfelag okkara, bæði vinnuliga, mentanarliga, útbúgvingarliga og eisini innan heilsuverkið. Eitt av hesum frambrotum er Klaksvíkar Sjúkrahús, sum í meir enn eina øld hevur gingið á odda at menna føroyska heilsuverkið.

Sum tjóðveldismaður vil eg byggja land, og eg fari undir ongum umstøðum at góðtaka, at okkara landsstýri loyvir einsíðugum sentralistiskum kreftum innan heilsuverkið at skerja og niðurlaga Føroyar sum land við at niðurleggja væl virkandi virksemi kring landið fyri ístaðin at leggja tað undir ein mastodont, sum sjálvur hevur stórar avbjóðingar av at fáa egnar tænastur at virka nøktandi.

Miðlarnir renna ørindi fyri sentralismuna

Kann nakar siga mær, um til dømis eldraøkið virkaði betur, tá ið tað lá undir einari miðsavnaðari leiðslu í høvuðsstaðnum? Hvør er tað, sum billar fólki inn, at tað er best at avtaka alt initiativ og allar stovnar kring landið, sama hvussu vælvirkandi hesir eru?

Grein eftir grein verður skrivað av pressuni í Havn, har bæði almennu og privat riknu miðlarnir tykjast einsíðugt at renna ørindi fyri sentralistisku kreftirnar.

Seinasta dømið um einsíðuga tíðindaflutningin fingu vit nú í vikuni, har enntá tann væl gjøgnumarbeidda heildarætlanin – sum Klaksvíkar kommuna, Norðoya Bú- og Heimatænasta og Klaksvíkar Sjúkrahús hava arbeitt miðvíst við síðan februar mánað – ikki sær út til at sleppa framat í tíðindaflutninginum, hóast talan er um nýhugsan á heilsuøkinum, har Norðoyggjar enn einaferð ganga á odda við at samskipa og menna heilsutænasturnar her í økinum.

Ístaðin skriva ídnu forsprákarnir fyri sentralisering – hesaferð í Miðlahúsinum – at “Sirið roynir at mýkja klaksvíkingar” til at ganga við til at niðurleggja Klaksvíkar Sjúkrahús sum sjálvstøðugan stovn!

Nei, einki skal Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, niðurleggja Klaksvíkar Sjúkrahús sum stovn. Uppgáva hennara er tvørturímóti at mýkja hugmóðiga lyndið á Landssjúkrahúsinum, har tey í ólukkumát vísa manglandi virðing fyri hinum sjúkrahúsunum í landinum við tvørt nokta fyri at samstarva á jøvnum føti við hesi.

Hvat ríður tykkum, sentralistar?

Klaksvík tann 8. oktober 2016

Steinbjørn O. Jacobsen

Varaborgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu

Harleyfacadeacryl