Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Játtanin til Sinnisbata verður tvífaldað

Helgi Abrahamsen

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur raðfest játtanina til Sinnisbata í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2017. Játtanin hækkar úr 200.000 uppí 400.000 krónur.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur raðfest játtanina til Sinnisbata í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2017. Játtanin hækkar úr 200.000 uppí 400.000 krónur.

”Støðan hjá fólki, sum hava sálarligar sjúkur og avbjóðingar, skal takast í størsta álvara. At hava sálarligar sjúkur er ikki nakað nýtt. Tað nýggja er, at vit so líðandi duga betur at seta orð á hesar avbjóðingar,” sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, sum heldur, at arbeiðið hjá júst Sinnisbata hevur bøtt munandi um hesa støðu.

”Sinnisbati hevur áhaldandi varpað ljós á umstøðurnar hjá teimum, sum hava sálarsjúku í Føroyum. Tey hava skipað fyri nógvum tiltøkum og gjørt kunningarátøk, sum greitt lýsa støðuna hjá hesum bólki av føroyingum,” sigur Eyðgunn Samuelsen.

Hon vísir á, at har sum tað almenna ikki røkkur, eru tað ofta sjálvbodnu felagsskapirnir ið traðka til.

”Tað almenna kann so royna at skapa karmar fyri, at slíkir felagsskapir fáa gjørt sítt stóra arbeiði, ið als ikki kann gerast upp í pengum,” sigur landsstýriskvinnan.

Játtanin til Sinnisbata verður tvífaldað í mun til undanfarin ár.