Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyar-Portugal á Trappuni

Tíðindaskriv

Dysturin millum Føroyar og Portugal er útseldur, men øll tey mongu, sum ikki hava atgongumerki til stóra dystin í kvøld, kunnu síggja dystin á stórskíggja við trappuna í Vágsbotni.

Tað eru Føroya Tele, Fótbóltssamband Føroya og Tórshavnar kommuna sum í felag skipa fyri, at dysturin millum Føroyar og Portugal verður sýndur á stórskíggja við trappuna í kvøld.

Vælumtókta trappan varð nógv vitjað í summar, tá ið EM í fótbólti var á skránni. Portugal vann endaspælið, og tí er spenningurin stórur til dystin í kvøld, sum verður bríkslaður í gongd kl.19:45.

Og veðrið verður gott. Útsynningur sunnan, 7 m/s, skíggjað og hitin um 11 stig.

Karmarnir á Tórsvølli hava ongantíð verið betri, og karmarnir til fótbólt á stórskíggja hava longu víst seg at vera avbera góðir í Vágsbotni.

Ferðslan í miðbýnum er broytt nakað hesa løtuna, dysturin verður leiktur. Sí meir um tað HER