Bárður Hansen og Gilli R. Sørensen spæla frá byrjan hesaferð. Bárður er vanliga meira álopskendur enn Jónas Tór Næs, sum byrjaði seinast, meðan Gilli við sínum skjótleika skal skapa trupulleikar fyri Portugal. René S. Joensen fer út á bonkin, men talan er helst um eitt val, har Gilli spælir tí hann ikki hevur ein harðan dyst í Lettlandi í beinu um. Tí René hevur spælt rættuliga væl seinastu tveir dystirnar, har hann hevur fingið møguleikan.
Sambært kvf.fo byrjar hesir inni í dystinum kl. 19.45 í kvøld:
Gunnar Nielsen
Bárður Hansen
Viljormur Davidsen
Atli Gregersen
Sonni Ragnar Nattestad
Fróði Benjaminsen
Hallur Hansson
Brandur H. Olsen
Sølvi Vatnhamar
Gilli R. Sørensen
Jóan Símun Edmundsson




