Føroyingar høvdu næstan gloymt,hvussu tað var at tapa stórt, men EM vinnararnir vístu seg at veraalt ov sterkir til eitt føroyskt lið, sum nærum bara rann aftaná.
Føroyar taptu 6-0 og hóast taðkanska ikki var so stórur leikligur munur sum málini vísa, so vartalan um klassamun nærum allan dystin. Føroyingarnir stríddust,men komu at renna aftaná allatíðina og liðið hjá Portugal varsera væl upplagt. Tað hjálpti teimum eisini væl, at teir skoraðu uppásínar báðar fyrstu møguleikar, og tí kundu spæla meira róligt eftir tað, meðan sjálvsálitið hjá føroyingunum viknaði.
Tað hjálpti neyvan føroyingum, at sostutt var millum dystirnar. Men at eitt stórtap skuldi koma, núføroyingar næstan høvdu gloymt hvussu tað var at tapa stórt, sóunokk fá koma. Vit fingu eina áminning um, at í altjóða fótbóltikunnu slík úrslit koma fyri, tá føroyingar ikki raka sín bestadag, meðan eitt sterkt mótstøðulið er sera væl upplagt.
Um ein mánaða er útidystur móti Sveis á skránni, og tá hava leikararnir betri umstøður við hvíld undan dystinum og tí kunnu vónir vera um, at hesin dysturin móti Portugal bara var eitt undantak í einari annars røð av góðum avrikum frammanundan.




