Mikukvøldið tann 12. oktober kl. 20.00 skipar Demokratia fyri eini sera áhugaverdari valcafé í Løkshøll í Runavík.
Skráin er hendan:
Marna Jacobsen forkvinna greiðir frá um Demokratia
Tónleikur v/Signar í Homrum.
Sjónleikur v/Riu Tórgarð.
Kjak við kvinnuligum valevnum til Runavíkar býráð.
Tiltakið er alment og ókeypis.
Demokratia hevur til endamáls at økja um kvinnuleiklutin í politikki.




