Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Brennistøðirnar arbeiða undir trýsti

Helgi Abrahamsen

Vanliga verður sagt, at brennistøðir eru eitt gott barometur fyri, hvussu búskaparliga støðan er í einum landi. Vit hava tí spurt á brennistøðunum, hvussu tey merkja góðu tíðirnar, sum eru í Føroyum í løtuni.

“Tað er eitt rættiliga pressað system fyri tíðina, og tað kemur nógv meira inn nú enn tað plagar, serliga á bingjuplássini.” Tað sigur Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF.

Vanliga verður sagt, at brennistøðir eru eitt gott barometur fyri, hvussu búskaparliga støðan er í einum landi. Er búskapurin heitur, er eisini nógv rusk, og kólnar búskapurin, so minkar eisini í brenniovnunum. Vit hava tí spurt á brennistøðunum, hvussu tey merkja góðu tíðirnar, sum eru í Føroyum í løtuni.

“Tað er ringt at siga hjá okkum, tí brennistøðin hevur verið ov lítil í fleiri ár, so vit koyra nógv til Havnar eisini. Men brennistøðin er smekk full,” sigur Poul Andrias.

“Tað er nógv nýbygging og nógv útskifting av gomlum møblum og ræðuliga nógv timbur. Vit merkja tað allan vegin ígjøgnum,” sigur hann.

Sama støðan á Hjalla

Á brennistøðini á Hjalla er støðan tann sama. Jóannes Guttesen, umhvørvisleiðari á støðini, sigur, at hjá teimum gongur akkurát at brenna undan.

“Vit samstarva við IRF, og tá vit fáa rusk frá teimum, veksur hjá okkum, men tá vit bara hava okkara egna, klára vit at halda stand,” sigur hann.

940 bilar í ein dag

Meðan IRF fær nógv rusk umvegis bingjuplássini, so tekur brennistøðin á Hjalla beinleiðis ímóti ruski frá fólki sum kunnu koyra inn á støðina.

“Vit hava opið frá 10 til 5 leygardag, og ein leygardag her fyri vóru 940 bilar inni á plássinum í teir 7 tímarnar,” sigur Jóannes Guttesen.

940 bilar í 7 tímar svarar til minni enn hálvan minutt ímillum hvønn bilin í meðal.

Endurnýtsla er loysnin

“Vit arbeiða við eini ætlan um at umbyggja brennistøðina, men loysnin er heldur at fara yvir til meira endurnýtslu, tí hetta ber ikki til,” sigur Poul Andrias Joensen. Hann vísir á, at Bornholm, har umleið 40.000 fólk búgva, hevur eina brennistøð á stødd við hana í Havn, og tey klára næstan at brenna alt.

“Vit hava tvær og klára tað ikki,” sigur hann.

Spurdur hvussu nógv tey klára at brenna sigur Poul Andrias, at tað er ringt at siga.

“Ovnurin skal eitast at klára 2,5 tons um tíman, men brennivirðið blívur bara hægri og hægri, tí tað kemur meira og meira av plasti. Tað ger at brennivirðið blívur nógv hægri, og so fáa vit minni og minni ígjøgnum,” sigur hann.

“Vit royna at fáa fólk at skilja serliga klárt plastik frá, tí tað kunnu vit selja fyri pengar uttanlands, og so fáa vit tað eisini burtur frá brenningini,” sigur Poul Andrias Joensen.

Í løtuni brennur IRF umleið 60 tons av ruski um samdøgrið.