Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjálvsnektan, sjálvsøkni og politisk villeiðing

Oliver Joensen

Nú stendur samgongan spilnakin. Soleiðis málbar ein av heimildarmonnum okkara seg, tá løgtingið seinast tók ímóti drottningini. Honum dámdi lítið, at løgtingsins formansembæti bleiv niðurgjørt til at umboða privat-politisk áhugamál hjá formanninum. Tað var niðrandi og lítið virðiligt fyri løgting og land.

At landsstýrið hevur nektað seg politiskt í mun til givnu vallyftini, hava flest øll ásannað. Ikki minst tá Skatta- og avgjaldsnevnd varð sett. Útvald manning úr Havn skuldi økja skattin hjá fólki og forskatting av tilfeingi hjá vinnulívi kring landið. Onkur av teimum útvaldu var samgonguni takksamur og nýtti høvi at takka fyri seinast. Mangir borgarar klaga áhaldandi um politiska villeiðing síðan løgtingsvalið.

Fyrrverandi landsbankastjórin gav føroyingum kamartónan, tá hann alment boðaði frá, at skuldin hjá landinum nú var ov stór, og at samgongan var sera fitt, tá hon ikki vildi krevja neyðugar skattainntøkur frá fólkinum. Ein annar útvaldur frøðingur í búskapi er kend fyri sínar aversiónir móti pensionistum. Fyri valið vissaði hon um, at tað ikki loysir seg hjá landinum at brúka pengar uppá pensionistar ! Landskassin skal brúkast til lestur og gransking í Havn. Tað má vera øllum greitt, hví tey, ið barslaðu við “einum valdømi” á sinni, nú velja slíkan serligan “fakkunnleika”. Borgarar uttan fyri miðstaðarøkið skulu als ikki vænta sær nakað, men mugu brynja seg til komandi tíðir. Hetta er akkurát, sum tað eigur at vera, segði støðugt brosandi landsstýriskvinnan við fíggjarmálum.

Fíggjarnevndin dusaði sær á Gibraltar. Løgtingslimir nokta framhaldandi at lækka bíðipening og pensjónir sínar. Hinvegin var samgongan sinnað at økja stuðulin til juridiska hjálp til tingfólk,“politiska upplýsing” og fíggjarligan stuðul til sínar propagandamaskinur, meðan óheftir miðlar kunnu avdúka, at onkur fólkavaldur hevur tryggjað sær og sínum ókeypis ferðaseðlar hjá almenna flogfelagnum – heilt fram til ellisár síni.

Líkt er til, at fólkapensjónin, sum øll skuldu eiga rætt til, bert verður latin ávísum, og helst verður skerd,- hóast politisk lyftir um tað øvugta. Tey smærru sjúkrahúsini verða niðurlagað. Nýtt Landssjúkrahús við trimum nýggjum føðistovum verður bygt fyri fleiri hundrað milliónir krónur, meðan vælfungerandi føðistovur úti um landið eru stongdar – hóast politisk lyftir um tað øvugta. Samgongan ávarar barnakonur : Tær, sum ætla at føða aðrastaðni enn á Landssjúkrahúsinum, mugu gera tað undir egnari ábyrgd. Samstundis boðaði heilsumálaráðið frá, at nokk er til av peningi til fleiri læknar í Havn.

Politikarar og onnur, ið arbeiddu við menningaráliti av heilsuverkinum, kendust ikki við framlagda álitið. Bæði tøl og tekstur broyttust, so at tríggjar leiðslur á duldarfullan hátt blivu til eina. Alt hetta skal vera komið frá Heilsu- og Innlendismálaráðnum.

Hetta er samgonguni líkt, helt heimildarmaður okkara. Tey handa skattalætta við aðrari hondini og skattakrøv, brúkaragjøld, avgjøld og nú umhvørvisskatt við hinari. Samgongan gav eisini Kongshúsinum stóra “fanfaru”- gávu við aðrari og fornermilsi við hinari. Øðrvísi kurteisi varð sýnt USA-ambasadørinum í Danmark, Rufus Gifford , tá hann vitjaði Føroya løgting. Rætt skal vera rætt.

Mongu frøðinga- nevndirnar , ið arbeiða við nýskipanum, benda á eina roynd at renna undan politiskari ábyrgd. Endaligu ábyrgdina av heilsuverkinum eigur bara landsstýriskvinnan við Heilsumálum, Sirið Stenberg, og politiska samgonga hennara.