Nú er møguleiki at sleppa framat einum arbeiði, har tað veruliga ber til at gera mun.
Okkara dugnaligi leiðari hevur valt at leita sær aðrar leiðir eftir fleiri ár í starvi hjá Reyða Krossi. Tí sóknast vit eftir fólki við røttum førleikum og eginleikum at røkja uppgávuna sum dagligur leiðari hjá einum av Føroya størstu hjálparfelagsskapum.
Talan er um eitt starv, ið er 30 tímar um vikuna.
Eginleikar & uppgávur
Tú hevur ábyrgdina av dagliga virkseminum í Reyða Krossi. Tú samskipar virksemið á teimum mongu og fjølbroyttu økjunum, har okkara nógvu sjálvbodnu gera eitt stórt arbeiði.
Tú hevur royndir við at ganga á odda. Tú megnar at eggja okkara sjálvbodnu til framhaldandi at gera sítt besta.
Tú samskiftir lættliga, bæði munnliga og skrivliga, á føroyskum, enskum og donskum, og við allar samfelagsbólkar.
Tú hevur kunnleika til arbeiðið í einum sjálvbodnum felagsskapi, har drívmegin í virkseminum eru áhugi og vilji til at hjálpa okkara medmenniskjum.
Tú arbeiðir yvirskipað, men fírir ikki fyri at loysa ítøkiligar uppgávur, sum alla tíðina stinga seg upp.
Tú hevur neyðugar førleikar til at røkja okkara heimasíðu www.reydikrossur.fo, so at hon veitir áhugaðum góða dagførda kunning um fjølbroytta virksemið og um ymsu tiltøkini, sum eru á skrá. Heimasíðan er í stóran mun høvuðsdyrnar inn í felagsskapin, og tí hevur tað stóran týdning, at hon støðugt verður dagførd.
Tú arbeiðir sjálvstøðugt, og tær dámar eitt óhátíðarligt arbeiðsumhvørvi. Tú hevur alla tíðina evsta málið hjá Reyða Krossi fyri eygað: at tálma menniskjaligari neyð, líðing og mismuni.
Sum dagligur leiðari ert tú bindiliðið millum okkara sjálvbodnu og nevndina, sum hevur evstu ábyrgd av øllum virksemi hjá Reyða Krossi.
Setanarviðurskifti
Talan er um starv, sum er 30 tímar um vikuna. Starvið verður lønt sambært sáttmála hjá viðkomandi yrkisfelag og annars sambært útbúgving og royndum.
Umsóknin
Umsóknin saman við møguligum viðmælum og prógvum skal sendast til redcross@redcross.fo ella til Reyða Kross, Bryggjubakka 10, 100 Tórshavn.
Seinasta freist at søkja starvið er 15. november 2016. Ætlanin er, at tú byrjar í starvi tann 1. januar 2017.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú hjartaliga vælkomin at ringja til Jóannes Eidesgaard, formann í Reyða Krossi, tel. 59 98 00.
Um Reyða Kross
Reyði Krossur er heimsins størsti hjálparfelagsskapur, sum er virkin um allan heim. Vit hjálpa í gerandisdegnum, og tá stór vanlukka er.
Í Føroyum hava vit fleiri enn 500 sjálvboðin.
Les meira um Reyða Kross í Føroyum og um okkara virkisøki á www.reydikrossur.fo.




