Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Víkingur má vinna – hvat kemur B36 við?

Jákup Ósá

Metingar: Í Sarpugerði er spenningur um, hvussu Víkingur megnar at takla oddasessin og hvat B36 kemur við.

Tað kundi verið líka til, at eitt Víkinga lið á heimavølli, sum spælir fyri at vinna FM eigur, at vinna á einum B36 liði, sum kanska ikki hevur tað mesta at spæla fyri. Á pappírinum er helst størsti spenningurin í Sarpugerði, har Víkingur kann nærum tryggja sær FM ella missa FM á stokkinum. Niðanfyri eru metingarnar fyri 26. umfar. Hinir dystirnir í hesum umfarinum tykjast ikki hava stóran áhuga fyri tey flestu. 

Víkingur-B36

Tað er eitt sindur torført at meta um hendan dystin. Vit vita áleið, hvat Víkingur kemur við, tí teir hava fingið ógvuliga støðug úrslit í ár, har ikki eitt einasta lið – burtursæð frá KÍ – hevur fingið so frætt sum eitt stig í Sarpugerði. Konseptið er sum oftast at liggja djúpt og revsa feilirnar hjá hinum, men vit vita, at Víkingur eisini kann koma fram og mynda dystirnar, tá tað krevst. Hesaferð er tó nógv størri trýst á Víkingi enn fyrr í ár, tí tað er Víkingur sum liggur á odda og nú er tað upp til teir fáa hetta úrslitið heim, sum so ofta hevur kiksað fyrr. Síðani er spurningurin, hvat B36 kemur við til hendan dystin. Er motivatiónin farin? Tí málsetningurin er sum so rokkin, tá føroyameistaraheitið ikki kundi røkkast og tá er kanska trupult at seta liðið upp til at royna at fara eftir einari bronsu eftir tvey gull heiðursmerkir – enntá í stórum stíli – bæði í 2014 og 2015. B36 hevur hvørki fingið stig ella mál móti Víkingi í ár, men á ólavsøku høvdu teir hvítu útfrá spæli og møguleikum uppiborið stig. B36 kann røkka bronsuni, fáa sítt/síni fyrstu stig móti Víkingi og vera við í kappingini um at vera besta liðið eftir summarsteðgin, men hjá Víkingi stendur altso eitt søguligt føroyameistaraheitið uppá spæl frammanfyri sera nógvum heimaáskoðarum – sum helst byrja at lukta FM nú bara tveir dystir mangla.  Møguliga kann hugsast, at tað kann vera ein fyrimunur fyri Víking at hava meir at spæla fyri, hóast stóra trýstið kanska eisini setur seg í høvdið á leikarunum og ávirkar spælið skeiva vegin. Tað liggur meira til ein tepran heimasigur, tí so stórur munur er á, hvat liðini hava at spæla fyri og tí Víkingur frammanundan hevur gjørt slætt borð móti B36 í ár. Tipping: 1 (1-0)

KÍ-B68

KÍ plagar seinastu árini at vinna stórt í síðsta heimadystinum á árinum, har mótstøðuliðið ofta eisini er eitt botnlið. Í 2012 7-1 á FC Suðuroy, í 2013 7-1 á 07Vestur, í 2014 5-1 á AB og í 2015 6-1 á EB/Streymi. B68 hevur einki stig fingið eftir summarsteðgin, so KÍ er stórfavorittur á heimavølli her. Dysturin skal tó ikki undirmetast, tí B68 tapti m.a. bara 1-0 seinast á HB. Megnar KÍ at halda fokus, so eigur liðið at megna at vinna ein tryggan sigur. Vit sóu á Argjum, at KÍ kann fáa løtur, har sjálvt tey niðastu liðini síggja sterk út. Fyrr í ár hevur KÍ vunnið tveir stórsigrar á B68 og tað vildi verið sera óvæntað, um KÍ ikki megnaði at varðveita spenningin um føroyameistaraheitið til seinasta umfar. Til tað krevst ein sigur. Tipping: 1 (5-0) 


TB-Skála

Ein dystur millum tvey lið, sum leingihava kappast um at sloppið undan niðurflytingarstríðnum. Tey havaongantíð ordiliga verið nær við niðurflytingina og Skálamanglar enn tvey stig fyri at vera heilt tryggjað. Tað kemur neyvanhar til, at spenningur kemur í, tí AB hevur truplar dystir eftir ogvinnur neyvan í Runavík hetta umfarið. TB hevur havt eitt góðkentkappingarár og hevur fingið úrslit, tá tað hevur verið brúkfyri tí. Hesin dysturin er trupul at meta um, tí TB hevur minni atspæla fyri, meðan Skála sjáldan fær nakran sigur á útivølli.Tipping: 1 (2-1)

HB-ÍF

Liðini hava einki at spæla fyri. HBbyrjar kanska spakuliga at hugsa um næsta ár, um vit hyggja eftiruppstillingini seinast. Ofta enda slíkir dystir við javnleiki, mentað er vónleyst at tippa slíkar dystir, har nærum øll motivatiónhelst er farin hjá báðum liðunum. Tipping: X (1-1)

NSÍ-AB

NSÍ kann nærum tryggja sær bronsunavið sigri her, meðan AB skal vinna fyri at varðveita møguleikanat bjarga sær plássið í deildini. NSÍ hevði sum vanligttrupulleikar við B36 í Gundadali seinast, men á heimavølli plagarliðið at vera væl fyri, tá serliga liðini á niðaru hálvu ástigatalvuni vitja. AB vísti effektivt kontraspæl móti KÍ, men soeffektivir vera argjamenn neyvan á hvørjum degi. Tipping: 1 (2-1)