Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lítla FM vónin hjá KÍ livir enn

Jákup Ósá Myndir: Anton Højgaard

Hóast tað i prosentum neyvan er stórur møguleiki fyri nakrari broyting í toppinum, so er kappingin um føroyameistaraheitið ikki avgjørd enn.

KÍ helt siðvenjuna við at vinna stórt í sínum seinasta heimadysti móti einum botnliði eins og í 2012, 2013, 2014 og 2015. Endaliga úrslitið var 6-0 til KÍ. Í hálvleikinum var 1-0, har B68 í stórum pørtum av hálvleikinum var væl við. Í seinna hálvleiki var KÍ munandi effektivari og spældi til tíðir heilt væl, men B68 fekk eisini sínar møguleikar og burdi fingið okkurt mál útfrá mál møguleikunum. KÍ málini skoraðu Páll A. Klettskarð (3), Súni Olsen (2) og Tórur Justesen. Víkingur vann eisini sín dyst móti B36 og tað merkir, at avgerðin um føroyameistaraheitið fellur ikki fyrr enn í seinasta umfarinum, tá Víkingur á útivølli møtir AB, sum er flutt niður, meðan KÍ møtir ÍF, sum endar nummar 6, á útivølli.