“Eg kundi hugsa mær at sett trý myndatól upp í Norðoyggjum…”
“Eg kundi hugsa mær at sett trý myndatól upp í Norðoyggjum. So er tað onkur, sum veit um trý harusetur (holur) í Norðoyggjum og bjóðar sær at seta myndatólini upp, frætti eg fegin og komi við myndatólunum.” Tað skrivar Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, á facebook-síðuni “Haruskjóting í Føroyum”.
Eyðfinn hevði í vár fýra sjálvvirkandi myndatól standandi í einum haga í Kollafirði, fyri at kanna litbroytingina hjá harum, og nú harurnar aftur skifta lit, ætlar hann at endurtaka kanningina.
Nøkur myndatól eru longu sett upp í Kollafirði og á leiðini við Trongisvág, og nú sóknast hann eisini eftir hóskandi plássum í Norðoyggjum.
Um onkur veit um haruholur í Norðoyggjum kunnu tey skriva til Eyðfinn á facebook ella ringja til hansara á fartelefon 265831.




