Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eingin bíðilisti til eldrarøkt á Skálafjørðinum

John William Joensen

Skálafjarðarsamstarvið, sum fevnir um Runavíkar, Nes og Sjóvarkommunu, hevur einkið fólk á akutt bíðilistanum, men hevur tó 4 fólk, sum hava boðað frá, at tey ynskja at gerast fastbúgvandi á røktarheimið

Skálafjarðarsamstarvið, sum fevnir um Runavíkar, Nes og Sjóvarkommunu, hevur einkið fólk á akutt bíðilistanum, men hevur tó 4 fólk, sum hava boðað frá at tey ynskja, at gerast fastbúgvandi á røktarheimið

Roðin, eitur økistænastan hjá Skálafjaðarsamstarvinum. Økistænastan fevnir m.a. um fyribyrging, fysio- og ergoterapi, heimahjálp, heimasjúkrarøkt, sambýli og ellisheim.

Økistænastan telur um 122 ársverk, sum arbeiða í 23 bygdum við 6.000 íbúgvum. Stýrið fyri Skálafjarðarsamstarvið hevur evstu ábyrgd av Økistænastuni og er mannað við umboðum úr bý-og bygdaráðunum hjá Runavíkar, Nes og Sjóvarkommunum.

Norðlýsið spurdi um bíðilistar til eldrarøkt í økinum og hettar er svarið sum kom í morgun:

Hvat bíðilista viðvíkur so er talan um 4 fólk, sum hava ynski um at gerast fastbúgvandi og eru sostatt á ”bíðilista” til at búgva fast.Meta vit, út frá einum fakligum heildarsjónarmiði, at umsøkjari hevur tørv, so er, fyri hansara viðkomandi, so at siga eingin bíðitíð, til hann fær pláss. Tað vil siga, at vit í løtuni – uttan stórvegis bíðitíð – kunnu herberga øllum, sum verða visiterað til fast pláss.

100 fólk á bíðilista í Norðoyggjum

87 búpláss til eldri eru í Norðoyggjum harav fýra verða brúkt til umlætting og tørvurin er meira enn tvífaldur, tí sambært Klaksvíkar Kommunu standa 100 fólk á bíðilista.

Sambært svarskrivið, sum Norðlýsið fekk í seinastu viku, frá Klaksvíkar Kommunu, í samband við innlitsumbøn. er stórur tørvur á røktarheimsplássum í norðoyggjum og harafturat kunnu vit vanta nýggjar bíðilistar til barnaansing.

Í samband við Kommunal grundstykkir standa 48 á bíðilista, meðan eingin bíðilisti er til vinnulig grundstykkir.

Í summar fingu 37 børn pláss á vøggustovu/dagrøkt og 24 børn fingu barnagarðspláss. Higartil hevur kommunan megnað at nøkta tørvin, men vegna stóra tilflyting er greitt at tað verður trupult at finna børnum pláss eftir 1. november og frameftir.

Harleyfacadeacryl