Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Forvitnisligur fyrilestur í Hoyvíkar kirkju

Danial Viðoy

Tíðindaskriv: Mikukvøldið 19.10.16 klokkan 19.30 fer danski presturin Lisbeth Holm Filtenborg at halda fyrilestur í Hoyvíkar kirkju. Fyrilesturin ber heitið: “Mad og kærlighed” við støði í bókmentunum hjá danska rithøvundinum Anne Marie Løn og verður á tann hátt samanbundin við nógv, sum stendur í Halgubók.

Lisbeth Holm Filtenborg er prestur í Gauerslund við Vejle og hevur verið har síðan 2012. Hon hevur roynt mangt annað, m. a. hevur hon verið prestur 1991-1999 í Lemvig-økinum, sóknarprestur í Gjellerup við Herning 2009-2012, og hon hevur eisini verið háskúlalærari í 10 ár á Seniorháskúlanum við Nørre Nissum.

Lisbeth Holm Filtenborg er ein livandi og áhugaverd frásøgukvinna, ið fær okkum at lurta og læra.

Tað er Tórshavnar Eldraráð, ið saman við Hoyvíkar Kirkju hevur fingið tiltakið í lag.

Meira kann lesast um hana á hennara heimasíðu:

http://lisbeth-filtenborg.dk/