Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fuglafjarðar býráð samtykkir skúlabygging ein tíma áðrenn valevnislistarnir skulu vera inni

Helgi Abrahamsen

”Tað at vit hava fundin í dag er nokkso tilvildarligt. Málið skuldi verið við á seinasta býráðsfundi, men tá vóru nøkur viðurskifti ikki komin heilt uppá pláss. Tí valdu vit at hava ein eyka býráðsfund um hetta málið,” sigur Sonni á Horni, býráðsformaður í Fuglafirði.

”Tað at vit hava fundin í dag er nokkso tilvildarligt. Málið skuldi verið við á seinasta býráðsfundi, men tá vóru nøkur viðurskifti ikki komin heilt uppá pláss. Tí valdu vit at hava ein eyka býráðsfund um hetta málið,” sigur Sonni á Horni, býráðsformaður í Fuglafirði.

Valevnislistarnir til kommunuvalið skulu vera inni í kvøld klokkan 18, og ein tíma áðrenn tann freistin er úti, heldur Fuglafjarðar býráð eykabýráðsfund, har støða skal takast til at byggja nýggjan skúla fyri 90 mió. krónur.

Men Sonni á Horni heldur ikki nakað løgið vera í tí.

”Vit hava arbeitt við hesum málinum í næstan 4 ár, og tey fyrstu 3 árini varð nógv orka brúkt til at finna fram til eitt samstarv við Eysturkommunu,” sigur hann.

”Ætlanin var tá at gera eina framhaldsdeild fyrst, men fyri einum góðum ári síðani varð staðfest, at samstarvið við Eysturkommunu fór ikki at bera á mál. Tí máttu vit venda øllum á høvdið, tí næmingar og lærarar kundu ikki bíða meira. Í mars mánaði varð tí samtykt, hvat og hvussu tað skuldi gerast. Tær fyrireikingarnar skuldu verða lidnar í september, men tað dró nakað út, men nú eru tær lidnar,” sigur borgarstjórin.

Omanfyri verandi skúla

Nýggi skúlin í Fuglafirði verður bygdur omanfyri verandi skúla, og partvís á sama staði, sum verandi skúli er. Tann elsti parturin av skúlanum (1936-bygningurin) verður tikin niður, og stórur partur av ”nýggja skúla” verður eisini tikin niður.

”Talan verður um tvey byggistig, og gongst sum ætlað verður skúlin klárur at taka í nýtslu í 2019,” sigur Sonni á Horni.

Umframt vanligt skúlavirksemi er ætlanin at skúlin skal vera opin fyri borgarunum frá klokkan 7 um morgunin til á midnátt.

”Har skulu kvøldskúlin, ítróttur, hornorkestrið, musikkskúlin og annað halda til. Í skúlanum verður ein dupult fimleikahøll og eisini ein samkomuhøll,” sigur Sonni á Horni, borgarstjóri.

Tað eru MAP arkitektar, sum hava teknað nýggja skúlan.