Harleywoodpaint
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantsflog breyt tagnarskylduna

Helgi Abrahamsen

“Eg var rasandi.” Tað sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, sum í gjár frætti, at almenningurin hevði fingið at vita, at tað var hann sum hevði keypt ferðaseðlar til starvsfólkini hjá SAS

“Eg var rasandi.” Tað sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, sum í gjár frætti, at almenningurin hevði fingið at vita, at tað var hann sum hevði keypt ferðaseðlar til starvsfólkini hjá SAS, sum í farnu viku vóru í Føroyum og høvdu tíðindafund.

“Eg havi einki ímóti at almenningurin fær at vita, at eg keypti ferðaseðlarnar, tí tað er alt fullkomiliga eftir reglunum. Men eg haldi tað vera langt úti, at eitt alment partafelag fer út við upplýsingum sum eru 100 prosent í trúnaði,” sigur hann.

Upplýsingar um ferðaseðlar eru altíð í trúnaði, og tí ber til dømis ikki til at ringja til eitt flogfelag fyri at spyrja, um ein ávísur persónur er við flogfarinum. Dømi eru um, at brot eru gjørd á hesa reglu, og tað hevur fingið álvarsligar avleiðingar.

Jákup Sverri Kass vil ikki seta navn á, hvør kann hava likið upplýsingarnar, men hann sigur, at hann keypti ferðaseðlarnar beinleiðis á netinum frá Atlantsflogi, so tað er eingin uttanum felagið, sum kann hava likið.

Jákup Sverri Kass setti seg í gjár í samband við Atlantsflog fyri at gera vart við sína misnøgd, men hvussu eftirspælið verður av hesum, er enn ikki greitt.