Harley
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Víkingur vinnur FM á Argjum

Jákup Ósá

(Metingar) Leygardagurin verður mest sannlíkt størsti dagur í søgu felagsins hjá Víkingi, sum væntandi vinnur sítt fyrsta føroyameistaraheitið í søgu felagsins.

(Metingar) Leygardagurin verður mest sannlíkt størsti dagur í søgu felagsins hjá Víkingi, sum væntandi vinnur sítt fyrsta føroyameistaraheitið í søgu felagsins. 

Leygardagin verður 27. umfar í Effodeildini leikt. Nærum alt er avgjørt burtursæð frá føroyameistaranum, har tað enn er ein ástøðiligur møguleiki fyri einari broyting. 

B36-TB

Tvey lið sum einki hava at spæla fyri. B36 endar á 4. plássi, meðan TB mest sannlíkt endar á 7. plássi. Bæði liðini ynskja helst at enda væl. Á heimavølli er B36 favorittur. Tipping: 1 (2-0)

Skála-HB

Skála kann fáa TB aftur, men undir øllum umstøðum hevur talan verið um gott kappingarár hjá Skála, ið sum uppflytari ikki kemur í niðurflytingarvanda á seinasta leikdegi. Hjá HB hevur Teit Jacobsen leikbann og sum skilst verður talan um seinasta dyst hjá fleiri av leikarunum. Tipping: 2 (1-2)

B68-NSÍ

B68 spælir sín seinasta dyst í Effodeildini á hesum sinni, meðan NSÍ fær bronsu heiðursmerkini eftir hendan dystin. Hetta er ein góður møguleiki hjá NSÍ til at betra um hagtølini við m.a. at skora fleiri mál, so liðið kanska fer at skora flest mál hetta kappingarárið umframt at bæði toppskjúttin Klæmint A. Olsen og upplegg kongurin Árni Frederiksberg kunnu leggja mál og upplegg afturat sínum góðu hagtølum. Tipping: 2 (0-5)

AB-Víkingur

AB er flutt niður, meðan Víkingur skal vinna fyri at tryggja sær føroyameistaraheitið. Hóast AB mangan hevur argað Víking, so bendur einki á, at nakað óvæntað skal henda her. M.a. tí at AB er flutt niður og einki hevur at spæla fyri, og tí at Víkingur hevur víst eina óhugnaliga styrki eftir summarsteðgin við at hava vunnið allar dystirnar uttan tann eina móti KÍ. Tað verður meistarastemningur á Argjum og fyri fyrstu ferð í søgu felagsins kemur Víkingur norður aftur úr høvuðsstaðarøkinum við føroyameistarasteypinum. Tað plagar annars at vera løgmanssteypið. Kanska eisini passandi hjá Sámal Erik Hentze at vinna føroyameistaraheitið á Argjum, har hann hevur verið venjari í fleiri ár áður við góðum úrslitum. Tipping: 2 (0-2)

ÍF-KÍ 

Ein dystur sum ongan týdning fær, um Víkingur sum væntað greiður sín setning á Argjum. Tí skal KÍ spæla fyri sínum møguleika og eisini royna at røkka 60 stigum, sum felagið ongantíð hevur rokkið áður. Seinast hesi bæði liðini møttust, tá vann ÍF greiðan sigur í Klaksvík. KÍ vann fyrr í ár tveir stórsigrar í Fuglafirði, so tað er eitt sindur trupult at meta um hendan dystin, sum ongantíð hevur verið javnur í ár. Hann kann fara báðar vegir. Skorar Víkingur tíðliga á Argjum ella hevur KÍ ikki fult fokus á hesi uppgávuni, men bara hugsar um, hvat hendir á Argjum, so kann ÍF tað sama fara avstað við øllum á heimavølli. Gloymir KÍ sín egna dyst, so vinnur ÍF mest sannlíkt, tí ÍF hevur dygdir á liðnum, sum KÍ eisini hevur merkt í eina dystinum í ár. Tipping: 1 (2-1)