Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyameistararnir hava sera nógvar royndir

Jákup Ósá

Vit hava hugt eftir, hvussu nógvar dystir allir leikararnir hava spælt tilsamans hjá trimum teimum bestu liðunum.

Komandi føroyameistararnir úr Víkingi hava eitt sera rutinerað lið í ár. Høgan miðalaldur og av tí sama leikarar við sera nógvum dystum úr bestu føroysku deildini. Allir leikararnir hava spælt í fleiri ár í Føroyum og eingin er nýggjur í samanhanginum. Samanbera vit við nummar 2 og 3, so er í øllum førum munur á royndum og miðalaldri. Víkingur hevur ein miðalaldur uppá 32 ár. Við slíkum miðalaldri og slíkum úrslitum er neyvan nakar ivi um, at tey flestu munnu unna Víkingum væl sítt væntaða føroyameistaraheitið, sum er væl uppiborið.

Niðanfyri er liðið hjá Víkingi, sum hevur spælt næstan allar dystirnar eftir summarsteðgin, har Víkingur hevur víst óhugnaliga styrki við støðugum góðum úrslitum og so teir 11 hjá KÍ og NSÍ, sum hava spælt mest í ár.

Víkingur

Geza Turi – 42 ár – 288 dystir

Gert Hansen – 32 ár – 272 dystir

Atli Gregersen – 34 ár – 252 dystir

Erling Jacobsen – 26 ár – 197 dystir

Hanus Jacobsen – 31 ár – 303 dystir

Hans Jørgen Djurhuus – 37 ár – 227 dystir

Sorin Anghel – 37 ár – 313 dystir

Sølvi Vatnhamar – 30 ár – 210 dystir

Filip Djordjevic – 22 ár – 137 dystir

Hans Pauli Samuelsen – 32 ár – 361 dystir

Andreas Lava Olsen – 29 ár – 110 dystir

Miðalaldur: 32,0 ár

Dystir tilsamans í Effodeildini: 2670

Dystir í miðal: 243

Kristian Joensen – 23 ár – 105 dystir

Sørmundur Kalsø – 24 ár – 144 dystir

Ahmed Mujdragic – 30 ár – 21 dystir

Jonas F. Rasmussen- 27 ár – 119 dystir

Ísak Simonsen – 23 ár – 99 dystir

Jákup B. Andreasen – 18 ár 43 dystir

Semir Hadzibulic – 30 ár – 20 dystir

Súni Olsen – 35 ár – 275 dystir

Jóannes Bjartalíð – 20 ár – 52 dystir

Hjalgrím Elttør – 33 ár – 383 dystir

Páll A. Klettskarð – 26 ár – 159 dystir

Miðalaldur: 26,3 ár

Dystir tilsamans í Effodeildini: 1420

Dystir í miðal: 129

* Her skal tó viðmerkjast, at Ahmed Mujdragic og Semir Hadzibulic er nýggir í Effodeildini, men tó royndir í fótbóltssamanhangi úr kappingum uttanlands sum 30 ára gamlir. Sum 30 ára gamlir liggja leikarar sum hava spælt regluliga um eini 250-300 dystir. Tí er rætta talið hjá KÍ av dystum á liðnum kanska nærri 2000, um tað skal samsvara við royndir.

NSÍ

Símun Rógvi Hansen – 29 ár – 157 dystir

Jóhan Jacobsen – 24 ár – 108 dystir

Jens Joensen – 27 ár – 167 dystir

Per Langaard – 25 ár – 66 dystir

Monrad H. Jacobsen – 25 ár – 108 dystir

Einar Tróndargjógv – 28 ár – 280 dystir

Petur Knudsen – 18 ár – 31 dystir

Nikolaj Kølert – 23 ár – 21 dystir

Pól Jóhannus Justinussen – 27 ár – 205 dystir

Árni Frederiksberg – 24 ár – 158 dystir

Klæmint A. Olsen – 26 ár – 220 dystir

Miðalaldur: 25,1 ár

Dystir tilsamans í Effodeildini: 1521

Dystir í miðal: 138

* Her skal viðmerkjast, at danski Nikolaj Kølert spælir sítt fyrsta ár í Føroyum, men hevur royndir úr øðrum kappingum. Sum 23 ára gamal hevur hann kanska royndir, sum svara til eini 100-150 dystir afturat teimum 21, sum hann hevur.