Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vevmyndatól sett upp í Saksun

Helgi Abrahamsen

Nú er ikki neyðugt longur at ringja til Saksunar, fyri at spyrja um veðrið áðrenn útferðir verða gjørdar tann vegin, tí nú kunnu fólk sjálvi hyggja.

Nú er ikki neyðugt longur at ringja til Saksunar, fyri at spyrja um veðrið áðrenn útferðir verða gjørdar tann vegin, tí nú kunnu fólk sjálvi hyggja.

Sunda kommuna hevur tikið stig til, at eitt vevmyndatól er sett upp í Saksun.

“Hetta er partur av eini verkætlan at betra um lívskvalitetin hjá teimum fastbúgvandi á Staðnum,” sigur kommunan á heimasíðu síni. Sera nógv fólk vitja Saksun árliga, og sera nógv velja at ringja til Saksunar fyri at spyrja seg fyri um veðrið áðrenn tey fara.

“Hetta ávirkar gerandisdagin hjá teimum sum búgva har og tí kom ynski um at fáa eitt myndatól sett upp, sum kundi vísa veðrið í bygdini og úti á Lónni,” sigur Kommunan.

Sunda kommuna hevur við stuðli frá Eysturoyar Ferðavinnufelag og Visit Faroe Island fingið sett vevmyndatól í bygningin hjá Føroya Tele í Saksun. Myndatóli vísir Dúvugarðar og út á Pollin og Lónna.

Myndin frá Saksun liggur á heimasíðuni hjá Sunda kommunu www.sunda.fo.

Býráðið hevur samtykt at líknandi vevmyndatól eisini verða sett upp í Tjørnuvík og við Gjógv.