Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kiwanis Rósan 25 ár á baki

Tíðindaskriv

Kiwanis Rósan varð sett á stovn, tann 3. juni 1991, og hava vit sostatt 25 ár á baki.

Kiwanis Rósan varð sett á stovn, tann 3. juni 1991, og hava vit sostatt 25 ár á baki.

Vit eru partur av altjóða hjálparfelagsskapinum Kiwanis, ið bleiv stovnaður í USA fyri gott 100 árum síðan. Endamálið hjá Kiwanis er, at hjálpa børnum, ið hava tørv á tí, serliga í nærumhvørvinum.

Loysunarorð okkara er: “BØRNINI FYRST OG FREMST”.

Arbeiðið hjá Kiwanis verður framt av sjálvbodnum limum, har vit savna pening inn við ymiskum tiltøkum, sum so verða latnir børnum ið tørva hjálp.

Kiwanis Rósan hevur havt nógv tiltøk gjøgnum árini, ikki ber til at nevna øll, men kunnu vit t.d. nevna: Bingo, marknaðardag, loppumarkna, tombola, jólakalendara, lutaseðlar, savnað fløskur á ólavsøku, fyri Tórshavnar Býráð.

Hesi seinastu árini, hava vit bert havt 2 tiltøk um árið, nevniliga lutaseðlar og fløskumóttøkuna á ólavsøku. Nógvar gávur eru eisini givnar gjøgnum hesi 25 árini, har kann millum annað nevnast:

Ansingartól til føðideildina á Landssjúkrahúsinum, givin í 1995, kostnaður 83.000,- kr. og er tað størsta upphædd, vit hava givið til eitt einstakt tiltak, annars hava vit eisini givið til barnadeildina á Landssjúkrahúsinum, barnadeildina Suðuroyar sjúkrahúsi, súkkluhjálmar til børn í 1. flokki, gjøgnum fleiri ár. Hjálp til krabbameinstrakt børn, so tey saman við familju kundu fara eina ferð uttanlands. Gávu til Beran og stuðul til drívhús í Berjabrekku.

Gjøgnum árini hava vit eisini latið gávur til børn undir 18 ár, sum hava mist annað av foreldrunum.

Hóskvøldið 6. oktober 2016, vórðu gávur givnar til: 

Eirargarð 16B 25.000,- kr.

KFUK skótar 25.000,- kr. 

Kvinnuhúsið teldlar til børn 10.000,- kr.

Agregat smáttu KFUM skótar 10.500,- kr.

Á myndini handar forsetin í Kiwanis Rósan Marna Gásadal gávurnar.