Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samhaldsfastir samferðsluprísir eru ein stór avbjóðing

Helgi Abrahamsen

Kringvarpið veit at siga, at landsstýrismaðurin við samferðslumálum er farin at kanna møguleikarnar fyri at fáa eina meira samhaldsfasta skipan á samferðsluøkinum.

Kringvarpið veit at siga, at landsstýrismaðurin við samferðslumálum er farin at kanna møguleikarnar fyri at fáa eina meira samhaldsfasta skipan á samferðsluøkinum. Málið er, at øll skulu gjalda fyri at brúka samferðslukervið, og tí hevur Henrik Old biðið Landsverk, tunnilsfeløgini og Strandferðsluna um tilfar.

Brennievnið dýrkar nógv

Tankar um at broyta gjøldini á samferðsluøkinum hava fleiri ferðir fyrr verið frammi, men eftir at hava fingið útrokningar, hava politikarar tó valt at slept hesum tonkunum aftur.

Í mars í fjør svaraði Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, einum fyrispurningi um ymisk gjøld. Svarið vísti, at um tunnilsgjøldini í verandi undirsjóvartunlum skuldu burtur, og somu pengar skuldu takast inn við eyka avgjaldi á brennievni, so skuldu prísirnir á bensini og dieselolju dýrka við 16 oyrum fyri liturin.

Skuldu útreiðslurnar hjá Strandferðsluni rindast við avgjaldi á brennievni, so skuldu bensin og diesel dýrka við 1,40 krónum fyri liturin.

Um vegskatturin skuldi rindast við hesum avgjaldi, so skuldi prísurin á brennievni hækka við 2,56 krónur fyri liturin.

Samanlagt høvdu tunnilsgjøld, ferðaseðlar og vegskattur fingið prísin á brennievni at hækkað við 4,13 krónum fyri liturin.

Málið hjá landsstýrismanninum er, at øll skulu gjalda eitt sindur. Tey sum nú gjalda mest, skulu hava eina minni rokning, og tað sum hesi skulu gjalda minni, skal onkur annar gjalda meira. Fyrst skal Landsstýrismaðurin hava nøkur tøl á borðið, og síðani fær hann ta stóru uppgávuna at kanna, um hetta er politiskt møguligt at gjøgnumføra.