| Við heimild í løgtingslóg nr.13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, seinast broytt við løgtinslóg nr. 19 frá 18. mars 2013 verða við hesum uppskot til broytingar í Almennu Byggisamtyktini fyri Klaksvíkar kommunu framlagdar til alment eftirlits: Mál nr. 16/01016 Víðkan av økisparti B17 á Strond Norðurmarkið verður flutt til gripan av síðuvegnum úr landsvegnum og oman í verandi økismark móti sjónum. Mál nr. 16/00981 Víðkan av økisparti B1 við Borðoyarvik Norðurmarkið verður flutt til at flukta suðurmarkið av matr.nr. 1650am Mál nr. 16/00927 Regulering av økisparti A5 og D10 (Posthúsbygningurin) Partur av økisparti A5 (Blandað bygging) og partur av D10 (fríøki) verður broytt til E4 ( Miðstaðarøki –mentanar og almenn endamál). Broytingarnar liggja frammi til alment eftirlit í Miðlan frá 25. oktober 2016 til 16. november 2016 og eru somuleiðis at síggja á heimasíðu kommununnar: www.klaksvik.fo. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 7. desember 2016. Klaksvík tann 25. oktober 2016 Klaksvíkar Býráð |




