Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýtt skeið í nevndararbeiði

Danial Viðoy

Seinasta skeiðið í nevndararbeiði var meira enn fullteknað. Nýtt skeið í nevndararbeiði verður tann 2. november 2016, kl. 08.30 – 16.00 á Hotel Hafnia.

TÍÐINDASKRIV: Seinasta skeiðið í nevndararbeiði var meira enn fullteknað. Nýtt skeið í nevndararbeiði verður tann 2. november 2016, kl. 08.30 – 16.00 á Hotel Hafnia.

Kostnaður: 2.500 kr. + mvg.

Endamálið við skeiðnum er:

At geva skeiðs lutakaranum kunnleika til:

Innihaldið í ársfrásøgnini

1. Tey ymisku hugtøkini í ársfrásøgnini

2. Teir týdningarmestu roknskaparpostarnar

3. Eyðmerking av vandum

4. Ásetingarnar í lóggávuni viðvíkjandi nevndararbeiði

Skrá

08.30 Morgunmatur

09.00 Hvør hevur ábyrgd av- og hví gera roknskap

Roknskaparsystemið

Kunning um ársfrásøgnina

10.00 Steðgur

10.15 Krøv til ársfrásøgnina

Innihaldið í ársfrásøgnini

12.00 Ábit

13.00 Uppgávur hjá nevnd og leiðslu 

Ábyrgd og endurgjald

Nevndarfundur, skrá og fundarfrágreiðing

14.30 Kaffisteðgur 

Tagnarskylda og gegni

Viðtøkur, grannskoðan og aðalfundur

16.00 Liðugt

Tekna hjá: kittymay@altfyrieitt.fo ella ingvorskaalum@gmail.com