Nógvar søgur hava seinastu dagarnar sett Sigfríð S. Clementsen í sambandi við starvið sum venjari hjá HB.
Nógvar søgur hava seinastu dagarnar sett Sigfríð S. Clementsen í sambandi við starvið sum venjari hjá HB.
Alla hesa vikuna hava søgur gingið um, at Sigfríður S. Clementsen møguliga bleiv nýggjur venjari í HB. Norðlýsið tosaði eisini við Sigfríð seinnapartin í gjár, men tá kundi hann vátta, at hann ikki hevði verið í konkretum samráðingum við nakað felag, men at onkrir fyrispurningar høvdu verið. Tó var mest sannlíkt, at hann av persónligum orsøkum ikki bleiv venjari hjá TB næsta ár, tí hann ikki hevði umstøður við at hava tíðina, sum kravdist fyri at vera í Suðuroynni til tað starvið. In.fo skrivar í dag, at Sigfríður helst verður kunngjørdur sum HB venjari í kvøld, so helst hevur HB ynskt at hildið søgunum aftur fram til kunnandi limafundin hjá HB í kvøld.
Sigfríður var seinast venjari hjá HB í 2011 og 2012. Í 2011 tók hann yvir mitt í kappingini, men liðið endaði í niðurflytingarstríðnum, meðan HB í 2012 fekk bronsuna. Árið eftir í 2013 vann HB føroyameistaraheitið.




