Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stuðulin til flutning av frystum fiski fer at økjast

Helgi Abrahamsen

Tá løgtingið í gjár hevði ófráboðaðar fyrispurninga á skránni, spurdi Pauli T. Petersen, løgtingsmaður, Høgna Hoydal, landsstýrismann, hví biðið verður um í eykajáttanaruppskoti, at fáa hægri játtan til stuðul til flutning av fiski.

Tá løgtingið í gjár hevði ófráboðaðar fyrispurninga á skránni, spurdi Pauli T. Petersen, løgtingsmaður, Høgna Hoydal, landsstýrismann, hví biðið verður um í eykajáttanaruppskoti, at fáa hægri játtan til stuðul til flutning av fiski.

Høgni Hoydal vísti á, at talan er um eina lógarbundna játtan. Tað vil siga, at tá virksemið veksur, so má játtanin fylgja við. Landsstýrismaðurin segði, at játtanin er fyrst lækkað, men nú er aftur øktur eftirspurningur í sambandi við, at høvd sum fyrr fóru til Leirvíkar, nú verða flutt til Suðuroyar.

“Á fíggjarlógini fyri komandi ár verða fleiri pengar settir av til flutning av fiski, tí ætlanin er at gera meira við frystan fisk,” segði Høgni Hoydal.

Jónleif Johannesen, løgtingsmaður, fegnaðist um, at virki nú fáa stuðul til at fáa fatur á frystum fiski, og hann kallaði hetta eitt stig tann rætta vegin.

Jenis av Rana, løgtingsmaður, nýtti høvi at koma við eini speiskligari viðmerking. Hann kundi siga alt gott um tað at flyta toskarhøvd til Suðuroyar, men hann helt tað vera eina mótsøgn, at samstundis verða pengar játtaðir á sjúkrahúsøkinum til at flyta suðuroyingar til Havnar.

Pauli T. Petersen helt tað vera positivt, at mann nú eisini er farin at hugsa um tann frysta fiskin. Hann helt hetta vera eina gongda leið.

Høgni Hoydal segði, at orsøkin til at játtanin er minka undanfarnu árini er, at minni hevur verið avreitt.

“Men nú er eisini tað hent, at fleiri skip farin at frysta umborð,” segði hann.