Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein livandi kommuna

Lone Høeg Bejer, valevni fyri Tjóðveldi

Lív í einari kommunu er sera gevandi. Lív kann vera so nógv. Tað kann vera stór ting, men líka ofta er tað ting, sum ikki virka sum nakað serlig.

Frítíðarítriv okkara er ein partur av tí at skapa lív í kommununi. At hava atgongd til at dyrka áhugamál síni gevur lívsgóðsku.

Børnini fyrst. Tey skulu sjálvandi hava spælipláss, har tey kunnu spæla trygt og frítt. Harafturat hava tey flestu av okkum havt eitt ella fleiri frítíðarítriv, sum hevur fylgt okkum gjøgnum allan barndómin, ungdómsárini, og summi halda fram sum vaksin. Har finna vit ein felagsskap, og tað gevur okkum nógv góð upplivilsi. Tað kann vera ítróttur – hondbóltur, flogbóltur, svimjing – tað kann vera tónleikur, skótar ella meiri praktisk virksemi. Umframt at tað skapar lív, kann frítíðarítriv eisini hava eina savnandi ávirkan – í seinastuni hava vit í Klaksvík sæð, hvussu øll – okkum fótbóltstossar og tey sum “hata” fótbólt – hava staðið saman um at stuðla monnunum hjá KÍ

Tosa vit um ítrótt, tónleik og annað, hevur ein kommuna sín leiklut í at vera við til at tryggja góðar karmur – at har eru vøllir og hølir til at hava ymisk frítíðarvirksemi. Ein kommuna skal vera við til, at børnini og øll onnur í kommununi hava atgongd til at hava eina virkna frítíð – eisini tey á bygd. Og samstundis skulu vit syrgja fyri, at har eisini eru tilboð á bygd, so alt ikki endar í Klaksvík.

Tað er sjálvandi ikki bara børnini, sum skapa lív. Hóast frítíðarítriv frá barndóminum viðhvørt heldur fram, tá man verður vaksin, fær man eisini onnur áhugamál. Summi fara í kvøldskúla. Onnur fara á kafe, møtast við vinfólkum til ein kaffimunn, eina øl um kvøldið ella lurta eftir tónleiki. Kommunan kann sjálvandi ikki gera kafeir og líknandi, men hon kann skapa karmur, sum eggja til at opna kafeir. Hetta hava við sæð seinastu árini, har fleiri kafeir og matstøð eru opnað í býnum.

Tað er ikki altíð neyðugt, at grundarlagið fyri frítíðarvirksemi er so kostnaðarmikið sum t.d. ein ítróttarhøll. Góðir møguleikar fyri at renna ella ganga ein túr hava eisini týdning. Har hava vit longu fleiri møguleikar – bara í Klaksvíkar býi eru túrar sum út í Grøv og niðan á Háls, sum nógv fólk og familjur hava gleða av. Hesir møguleikar skulu vit varðveita. Samstundis kunnu vit fegnast um, at gongubreytir eru komnar t.d. á Víkavegi. Gongubreytir gera tað tryggari at ganga og eggja til at ganga í býnum.

Aðrir vegir til at skapa lív kunnu vera at samstarva við skúlum í kommununi. Úti í Grøv hava næmingar á Tekniska Skúla gjørt brúgvar, sum hava gjørt økið meiri “brúkaravinarligt”. Tað ger, at fleiri – eisini familjur við børnum – brúka økið. Húsarhaldsskúlin gav sítt íkast, tá tey fyri nøkrum vikum síðani prýddu húkin og onnur støð. Tey flestu smílast helst eitt sindur uttan at hugsa um tað, tá ið tey fara framvið, har prýtt er.

Fyrr í ár var eg í lítla býnum Ribadesella i Norðurspania. Har høvdu tey gjørt talvur við myndum, sum lýstu søguna hjá býnum. Ein talva lýsti miðøldina, og so vóru sjey talvur, sum tóku hvørt sítt tíðarskeið fram til í dag. Samstundis kundi man velja at lurta eftir einari frágreiðing um, hvat hendi í teimum ymsum tíðarskeiðunum. Talvurnar stóðu á einari gøtu, sum gekk fram við vatninum, har nógv fólk – og ferðafólk – komu.

Eg dugi væl at ímynda mær, at vit gjøgnum samstarv millum kommununa, ein ella fleiri skúlar og listafólk høvdu kunnað gjørt okkurt líknandi í Klaksvík – til gleði fyri fólk í Klaksvík og til gleði fyri ferðafólk.

Nógvir eru møguleikarnir fyri at skapa lív. Og hóast sumt av tí kostar, so ivist eg onga løtu í, at vit fáa dupult aftur, um fólk trívast í gerandisdegnum. Og við nýhugsan finna vit spennandi møguleikar, sum ikki eru so kostnaðarmiklir.

Lone Høeg Bejer, valevni fyri Tjóðveldi