Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan tekur ímóti VB í kvøld

Oliver Joensen

Í kvøld klokkan 18.00 tekur Stjørnan ímóti VB. Tað plagar at vera javnur og spennandi dystur ímillum hesi bæði liðini.

Tó, seinasta kappingar lógu bæði liðini niðarlaga á stigatalvuni.

Áðrenn seinasta dyst í kappingarárinum var Stjørnan á næstseinasta plássi við 9 stigum, meðan VB var aftast við 8 stigum. Liðini høvdu tá leikt tríggjar dystir móti hvørjum øðrum í tí kappingarárinum, og úrslitið av teimum dystunum var, at liðini høvdu vunnið hvør sín dyst, og ein dystur var endaður við javnur. Hendan seinasta dystin vann VB.

Spennandi verður tí at síggja hvat Stjørnan megnar í kvøld, undir leiðslu av nýggja danska venjaranum.