Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ferðafólk við Atlantic Airways fingu ein hvøkk

John William Joensen

Tá airbussur hjá Atlantic Airways, skuldi fara á flog í Kastrup klokkan gott sjey í gjárkvøldi, fingu ferðafólkini ein hvøkk. Tá flogarið næstan var komið upp í fulla ferð og skuldi lyfta sær á, bremsaði flogfarið bráddliga og motorarnir bakkaðu við fullari megi.

Tá airbussur hjá Atlantic Airways, skuldi fara á flog í Kastrup klokkan gott sjey í gjárkvøldi, fingu ferðafólkini ein hvøkk. Tá flogarið næstan var komið upp í fulla ferð og skuldi lyfta sær á, bremsaði flogfarið bráddliga og motorarnir bakkaðu við fullari megi.

Stemningurin er altíð serligur á flogrutini til Føroyar og tað er eitt serføroyskt fyribrigdi at ferðafólkini tosað sínamillum um hvussu veðrið man verða tá lendast skal í Føroyum.

Gjárkvøldið bleiv dúgliga tosað um veðurvánirnar í Føroyum, millum føroysku ferðafólkini í Kastrup. Tíðindi um nógvan vind og ringt veður í Føroyum, gjørdi fólk eitt sindur ivandi, men av tí at ættin var vestan, vistu roynd ferðafólk at siga, at hetta fór ikki at verða nakar trupuleiki hjá flogarinum.

Stemningurin var góður tá ferðafólkini settust í flogfarið og skjótt var flogfarið á veg út á flogbreytina. Flogfarið tók støðu, við endan á flogbreytini og setti fulla ferð á motorarnar og skjótt vóru ferðafólkini trýst inn í rygglenini, men flogfarið fekk meira og meira ferð.

Tá flogfarið var næstan komið upp í fulla ferð og skuldi lyfta seg upp í loft, avgjørdi flogskiparin uttan ávaring, at abortera fráferðina. Luftbremsurnar (spoilarar) og hjól bremsurnar vóru spentar í, samstundis sum motorarnir vóru settir at bakka við fullari megi.

Ferðafólkini hingu í trygdarbeltunum og so stóð flogfarið stilt mitt á flogbreytini.

Hevði flogfarið rent á eitthvørt ella hvat var á vási? Onkur hugsaði um at sleppa út sum skjótast og fólk tosaðu og gittu um tað sum var hent.

Tað gekk ein løta, so byrjaði flogfarið at koyra av breytini og stóð síðani stilt.

Tá ein løta var farini hoyrdist flogskiparin í hátalarunum. Hann greiddi frá at ein alarmur gjørdi at teir valdu at steðga, men eftirfylgjandi vísti tað seg at verða ein feilur í einari telduskipan. Teir skuldu bara endurstarta “reboota” telduskipanina og tað høvdu teir nú gjørt, og vóru nú aftur á veg út á flogbreytina.

Fólk vóru sindur órólig av tilburðinum og onkur tosaði um biðja um at sleppa úr flogfarinum, men alt var friðarlig og lítla løtu seinri var flogfarið á veg til Føroyar.

Tað var nakað av turbilensi á ferðini og tá lent varð í Føroyum, men alt gekk væl.