Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hetta er støðan í ÍF

Jákup Ósá

Leif Andre Eliassen, formaður í ÍF, um venjaraspurningin, hópin og tilgongd til 2016.

Leif Andre Eliassen, formaður í ÍF, um venjaraspurningin, hópin og tilgongd til 2016.

ÍF hevur síðani kappingarlok mist liðskiparan Jan Ó. Ellingsgaard(NSÍ), varaliðskiparan Karl Løkin(NSÍ) og nógv bendur á, at toppskjúttin Adeshina Lawal eisini fer til annað felag (Víking). Spurningurin er so, um ÍF missur fleiri leikarar. Leif André Eliassen er formaður í felagnum.

– Jan vildi royna okkurt nýtt, men annars vænta vit ikki, at vit koma at missa fleiri leikarar. Í komandi viku hava vit vónandi meira kunning um hópin, men tað sær út sum at teir flestu vilja halda fram, sigur Leif André Eliassen.

Venjaraspurningurin í ÍF er ikki avgreiddur, har Símun Eliasen og Jákup Mikkelsen sótu við róðrið seinasta kappingarár.

– Vit royna at fáa venjaraspurningin uppá pláss nú. Tað er ein møguleiki, at annar av núverandi venjarum heldur fram, men vit hava eisini verið í sambandi við aðrar venjarar fyri at kanna, hvat fyri møguleikar eru. Men vit hava ikki havt samráðingar við aðrar venjarar, sigur Leif André Eliassen.

Leysasøgur hava gingið um, at ÍF repar seglini og hevur vilja havt leikararnar niður í løn og ynskir ein bíligari hóp til næsta ár. Uttan at koma konkret inná hetta, so váttar Leif, at hópurin hjá ÍF eftir ætlan verður bíligari næsta ár. Hann sigur tó, at ein kann vænta onkra tilgongd av leikarum.