Høvið verður eisini at lata inn skógvaeskjur í sambandi við gávutiltakið hjá føroysku deildini av Christmas Child.
Sunnudagin – í morgin – verður familjugudstænasta í Viðareiðis kirkju við Jóannes Purkhús kl. 12.00.
Undir gudstænastuni verða lættari sangir og sálmar sungnir.
Høvið verður eisini at lata inn skógvaeskjur í sambandi við gávutiltakið hjá føroysku deildini av Christmas Child.
Skipað verður soleiðis fyri, at tá gudstænastan byrjar kunnu tey, ið vilja geva eina slíka gávu, lata hana til ábyrgdarfólk, sum standa úti í forkirkjuni. Síðani verða skógvaeskjurnar bornar inn í kirkjuna.
Øll eru hjartaliga vælkomin!