Áhoyrararnir vildu ikki sleppa honum aftur, og lógvabrestir sendu hann fram aftur í kór at framføra ein sang afturat.
Áhoyrararnir vildu ikki sleppa honum aftur, og lógvabrestir sendu hann fram aftur í kór at framføra ein sang afturat.
Keypmannahavn, ØK: Fyri skammari stund síðani spældi Marius Ziska síni eyðkendu løg fyri fullari kirkju, Lutherkirken á Eysturbrúgv í Keypmannahavn. – Áhoyrarafjøldin var ein blandingur av føroyingum og dønum.
Í kirkjuni er vítt til veggja og langt skalt tú upp, áðrenn takið møtir. Av hesi orsøk gjørdist klangurin stórur og rúmligur, og eydnaðist tað væl.
Sambært Facebook-tiltakinum fyri konsertini vóru 90 áhoyrarar, men talið mann allarhelst hava verið størri, tí mestur allir beinkirnir vóru fullsettir. Undirritaði skjýtur upp á væl oman fyri hundrað.
Konsertin, sum byrjaði klokkan 20.00 lokala tíð, vardi í knappar tveir tímar. Áðrenn Marius Ziska og Allan Tausen sluppu á pall, hitaði bólkurin Sea Wave upp við nøkrum fáum løgum.
Undirritaði er ikki sterkastur at lýsa tónleik og hetta stóra univers, tískil vil eg beina teg longur niður í hesi greinini, har eitt klikk gevur livandi myndir og ljóð.
Niðanfyri eru kykmyndabitar frá konsertini:




