Flogbóltur: Føroyska U19 kvinnulandsliðið í flogbólti spælir í løtuni teirra seinasta dyst í millumlanda kappingini NEVZA 2016 í Kettinger í Onglandi. Dysturin er nú liðugur.
Dagføringar:
Klokkan 11:03 – 2-0 til í settum til Ongland. Føroyar hava júst tapt annað sett 23-25. Undirritaði veit ikki hvussu fyrsta sett endaði.
Klokkan 11:06 – triðja sett er byrjað.
Klokkan 11:10 – Føroyar førir 5-1 í triðja setti.
Klokkan 11:20 – Føroyar føra nú 14-12. Tað leikar javnt á.
Klokkan 11:25 – Nú stendur á jøvnum 16-16. Føroyar hava tikið time-out.
Klokkan 11:27 – Ongland á odda 19-17. Føroyar hava aftur tikið time-out.
Klokkan 11:30 – Nú stendur aftur á jøvnum, 21-21.
Klokkan 11:32 – Ongland tikið time-out, tí nú er Føroyar á odda 23-21.
Klokkan 11:33 – matchbóltur til Føroyar, eru á odda 24-22.
Klokkan 11:35 – Ongland vendi tí heila og vann 26-24!!
Klokkan 11:36 – Ongland vinnur tískil 3-0.
Dysturin kann síggjast beinleiðis á fylgjandi leinkju:




