Í desember í fjør samtykti løgtingið, at tingfólk skulu hava eina játtan á 30.000 krónur í part, sum tey skuldu kunna nýta í tí dagliga arbeiðinum.
Í desember í fjør samtykti løgtingið, at tingfólk skulu hava eina játtan á 30.000 krónur í part, sum tey skuldu kunna nýta í tí dagliga arbeiðinum. Pengarnir kunnu til dømis nýtast til ymiska ráðgeving, í sambandi við at lógaruppskot verða gjørd.
”Tað er ætlað sum ein hjálp hjá hvørjum tingfólki til at fáa ment seg sjálvan í sínum arbeiði sum lóggevari,” segði Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, í samrøðu við Kringvarp Føroya í desember í fjør.
Hann vísti á, at í okkara norðurlendsku grannalondum liggur henda játtanin millum hálva og heila millión til hvørt tingfólkið árliga, og sum nývaldur løgtingsformaður vildi hann stuðla løgtingsfólkum í at gera eitt so gott løgtingsarbeiði sum gjørligt.
Taka ikki ímóti útrættu hondini
Men meðan formansskapurin roynir at stuðla tingfólkum í teirra arbeiði, so kann ikki sigast, at tingfólk (serliga í andstøðuni) hava verið serliga dugnalig til at brúkt henda stuðulin.
Fríggjadagin er seinasta freist at leggja uppskot fyri tingið, sum skulu fáa gildi í hesum árinum, men sjáldan eru so fá uppskot komin frá løgtingsfólkum sum í hesi tingsetuni.
Síðani á ólavsøku hava tingfólk bara lagt eitt lógaruppskot fyri tingið. Tað uppskotið er um at játta 1,6 mió. krónur eyka til SALT á Drelnesi, so talan er ikki um eitt mál, sum hevur kravt stórvegis løgfrøðiliga ráðgeving. Umframt hetta hevur ein tingmaður eisini lagt tvey uppskot til samtyktar fyri løgtingið, har skotið verður upp at heita á landsstýrið um at gera eitt ávíst lógararbeiði.
Jonhard Klettheyggj, stjóri á løgtingsskrivstovuni er burturstaddur í løtuni, men hann sigur í stuttari viðmerking, at stuðulin sum higartil er útgoldin av hesi kontuni er rættiliga avmarkaður.




