KÍ missir ein av leikarunum, sum í ár í fleiri dystum var sera eyðsýndur.
KÍ missir ein av leikarunum, sum í ár í fleiri dystum var sera eyðsýndur.
24 ára gamli KÍ verjuleikarin Mayowa Alli úr USA heldur ikki fram í felagnum. Tað staðfestir KÍ venjarin, Mikkjal K. Thomassen, fyri Norðlýsinum. Tilgongdin av Hørði Askham kann síggjast sum, at hann kemur inn í hópin ístaðin fyri verjuleikaran úr USA.
– Vit eru ógvuliga væl nøgdir við Mayowa hesa tíðina hann hevur verið hjá okkum. Hann hevur givið okkum nógv og hevur víst fyrimyndarligan hugburð. Men hann hevur valt at fara at royna seg í Danmark, har hann í løtuni royndarvenur við oddaliðnum í næstbestu deildini, sum er Hobro. Komandi ár skal hann undir lestur í Danmark, so tað bar ikki til at leingja um samstarvið, og m.a. tí hava vit fingið Hørð Askham inn í hópin ístaðin. Vit spæla til tíðir við trimum miðverjum og annars ynskja vit at hava tríggjar miðverjar, tí vit hava sæð, at bæði Jonas og Ahmed hava til tíðir trupulleikar við smáskaðum. Eg havi ikki gloymt tann evnaríka Ólav Niclassen. Men eg haldi ikki, at vit skulu trýsta hann enn. Hann skal fyrst og fremst menna seg við venjingini hjá okkum og spæla nógvar dystir á næstbesta liðnum. Men hann kann gott koma at fáa fleiri dystir í 2017, bæði í miðverjuni og møguliga á vinstra bakki, sigur Mikkjal K. Thomassen.
Mayowa Alli, sum kom til KÍ í byrjanini í 2015, spældi tilsamans 36 dystir við KÍ hesi bæði árini.




