Síðani 2011 hava manningarnar á íslendskum fiskiførum ikki havt nakran lønarsáttmála, og nú er tolið hjá teimum uppi.
Síðani 2011 hava manningarnar á íslendskum fiskiførum ikki havt nakran lønarsáttmála, og nú er tolið hjá teimum uppi. Tað skrivar danska blaðið Fiskeritidende.
Íslendsku fiskimenninir hótta við at fara í verkfall tann 10. november, um semja ikki fæst millum partarnar innan ta tíð.
Verkfalshóttanin er úrslit av eini uratkvøðu millum teir umleið 2.000 fiskimenninar ið hava atkvøðurætt. Stívliga 1000 greiddu atkvøðu, og av teimum atkvøddu 923 fyri einum verkfalli.
Skipararnir hava gjørt nýggja avtalu við reiðararnar, og báðir partar leggja dent á, at tað er umráðandi fyri allar partar, at ein avtala verður gjørd fyri restina av manningunum, áðrenn freistin fyri verkfalshóttanini gongur út. Um tað ikki eydnast, verður verkfall.




