Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

P/f Eystur- og Sandoyartunlar gjørt lániavtalu fyri næstan 3 mia. kr.

John William Joensen

Henrik Old, landsstýrismaður við samferðslumálum er væl nøgdur við lánstilboðið, stendur í tíðindaskrivið. Sum skilst veðheldur landskassin.

P/f Eystur- og Sandoyartunlar tóku í dag eitt týðandi fet í stóru verkætlanini at gera báðar undirsjóvartunlarnar, tá ið felagið formliga tók av lánstilboði frá amerikanskum lánsveitarum upp á eina samlaða upphædd á 2,6 milliardir krónur til eina fasta árliga rentu upp á 2,73%.

Talan er um eina sera góða rentu, ið er galdandi alt lánitíðarskeiðið, og hóast altjóða renturnar eru søguliga lágar, so er tað ikki so líkatil at fáa eina so lága rentu í eitt so langt tíðarskeið. Eg eri tí væl nøgdur við hetta lánstilboðið”, sigur Bergur Poulsen, nevndarformaður í EST. Henrik Old, landsstýrismaður við samferðslumálum er somuleiðis væl nøgdur við lánstilboðið.

-Tað hevur verið arbeitt nógv og hart fyri at koma hagar, ið vit eru komin til í dag, og verandi lánstilboð sær út til at gerast ein týðandi partur í tilgongdini fram ímóti, at byggisáttmálin verður undirritaður heilt skjótt”, sigur hann.

Løgtingslimir hava seinastu dagarnar fingið eina støðulýsing av verkætlanini.

Samferðslumálaráðið P/f Eystur- og Sandoyartunlae